Úrslitini í teimum báðum dystunum í Betri deildini seinnapartin háttaðu sær soleiðis, at altsamt meiri spenningur kemur í botnin.
07 Vestur hevur nú 23 stig, men B68, NSÍ og AB hava øll 21 stig hvør.
EB/Streymur hevði vitjan av argjamonnum, og stóran part av seinna hálvleiki bendi á, at AB fór avstað við øllum. Men eftir gott fríspark frá Niels Paula Danielsen hjá EB/Streymi var Rói Heðinsson Olsen síðsti maður á bóltinum og javnaði fyri sundalagsmenn til 1-1, sum eisini gjørdist úrslitið.
Sundalagsmenn fáa ikki brúkt eitt stig til so nógv í stríðnum við B36 um evropamilliónirnar, og hjá AB valdar helst eisini ónøgd við at tað ikki eydnaðist at hála øll trý stigini til Argir.
Í Runavík var veruligt botnbrak har 07 Vestur, sum undan hesum umfarinum lá best fyri av teimum fýra liðunum frá 6. til 9. pláss, var á vitjan hjá NSÍ. Í steðginum var 0-0, men í 76. minutti setti Klæmint Andrasson Olsen brotsspark í netið og legði heimaliðið á odda.
Mads Borchers hevur verið flúgvandi fyri 07 Vestur seinastu tíðina, og í dag tryggjað hann sínum liði eitt stig. Tað gjørdi hann í 84. minutti til stóra gleði fyri allar 07 Vestur-áskoðararnar, sum av álvara vunnu dystin uttanfyri vøllin.
Í kvøld klokkan 19:45 verður seinasti dysturin í hesum umfarinum. Hann verður millum HB og Víking á Tórsvølli. Setur Víkingur stig til, er FM-heitið hjá KÍ tryggjað.
EB/Streymur - AB 1-1 (0-0)
54’ Danis Zvirkic 0-1
82’ Rói Heðinsson Olsen 1-1
NSÍ - 07 Vestur 1-1 (0-0)
76’ Klæmint Andrasson Olsen 1-0 (br.)
84’ Mads Borchers 1-1
Støðan Betri deildin menn
1. KÍ 65 stig
2. Víkingur 50 stig*
3. HB 46 stig*
4. B36 36 stig
5. EB/Streymur 32 stig
6. 07 Vestur 23 stig
7. B68 21 stig
8. NSÍ 21 stig
9. AB 21 stig
10. Skála 9 stig
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald