Fótbóltur

Framvegis óvist um CL dystur verður á Djúpumýru í kvøld

Bodø/Glimt vónar at kunna fara við leiguflogfari úr Bodø seinnapartin.

Frá dystinum farna mikukvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Frá dystinum farna mikukvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2022-07-12 10:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er enn óvist hvat verður av dystinum í Champions League millum KÍ og norsku meistararnar Bodø/Glimt, sum eftir ætlan skal byrja á Djúpumýru í Klaksvík klokkan 19 í kvøld.

Norska liðið er enn ikki komið til Føroyar orsaka av vánaligu floglíkindunum í gjár og storminum í nátt og í morgun.

- Tað verður fráferð í fyrsta lagi klokkan 14 (norska tíð) í dag, men tað er heldur ikki vist, at tað eydnast tá, segði Ørjan Heldal frá Bodø/Glimt fyrr í dag við tv2.no.

Ætlanin var at koma við leiguflogfari í gjár, men mjørki í Vágum var orsøk til, at flogfarið ongantíð fór afstað.

- Vit tosa við KÍ og Uefa um hvussu hetta kann loysast. Um dysturin verður útsettur ella um ein nýggjur dystardagur verður settur vita vit ikki fyrr enn vit hava havt ein fund við Uefa í dag, sigur Heldal við norska TV2.

Sambært honum vil Bodø/Glimt helst spæla dystin sum ætlað, tí felagið hevur eina tronga dystarskrá í løtuni og skal spæla landskappingardyst aftur komandi vikuskifti.

Glimt vann fyrra dystin heima á Aspmyra Stadion mikudagin við 3-0. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder