Fótbóltur

Frank Lampard hevur fingið sekkin

Everton hevur bert 15 stig fyri tjúgu dystir og er undir niðurflytingarstrikuni. Marcelo Bielsa er favorittur at taka yvir á Goodson Park.

Frank Lampard tók við fyri beint undir einum ári síðani, og Everton yvirlivdi. Nú stendur aftur illa til, og Everton skal aftur finna nýggjan venjara (Mynd: EPA)

Frank Lampard tók við fyri beint undir einum ári síðani, og Everton yvirlivdi. Nú stendur aftur illa til, og Everton skal aftur finna nýggjan venjara (Mynd: EPA)

2023-01-24 17:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í fjør er Everton í einum hørðum niðurflytingarstríði. Søguríka og siðbundna felagið í Liverpool hevur sæð betur dagar: Trupulleikar hava verið á og uttanfyri vøllin, og seinastu vikurnar hevur dúgliga verið tosað um starvið hjá Frank Lampard. 

Tað hevur ikki bara verið gitt um Lampard fór at fáa sekkin, men í størri mun um nær. Í vikuskiftinum tapti Everton lykladystin í botninum fyri Moyes og West Ham, og hava harvið ikki ikki vunnið í teimum seinastu tíggju kappingardystunum og tapt átta teirra. Fyra tíggju døgum síðani endaði tað við ósigri á heimavølli móti aftasta liðnum Southampton, og nú var tolið uppi: Í gjár kunngjørdi felagið, at miðvallarlegendan ikki longur er høvuðsvenjari hjá Everton. 

Í kunngerðini fær 44-ára gamli Frank Lampard rós fyri sítt ídni, sum hann hevur víst saman við sínum toymi hesa tíðina í felagnum, men skrivað verður víðari at úrslitini í seinastuni og støðan á stigatalvuni gjørdu, at neyðugt varð at taka hesa avgerðina. 

[object Object]
Everton fekk stig á Etihad gamlaárskvøld men annars hevur gingið heilt illa í hond seinastu tíðina (Mynd: EPA)

Lampard helt í beint undir eitt ár. Hann tók við 31. januar í fjør, tá Rafa Benitez hevði fingið sekkin, og Everton lá beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Hann tryggjaði felagnum enn eitt ár í Premier League - nú skal Everton fyri sættu ferð uppá seks ár finna ein nýggjan venjara, og Frank Lampard - ið eisini varð uppsagdur í Chelsea fyri næstan júst tveimum árum síðani.

Tað er Marcelo Bielsa, ið er favorittur at fáa trupla starvið. Argentinski venjarin fekk sekkin í Leeds miðskeiðis í seinasta kappingarári og er framvegis tøkur. Sambært Sky Sports hevur hann longur tosað við Everton, ið eisini hevur ein ávísan áhuga fyri dananum Thomas Frank hjá Brentford. Sean Dyche hevur eisini verið nevndur.

Everton spælir ikki aftur fyrrenn um tíggju dagar, tá oddaliðið Arsenal kemur á vitjan.

Støðan í botninum: 
14. Leicester 18 stig
15. Leeds 18 stig *
16. West Ham 18 stig
17. Wolves 17 stig
18. Bournemouth 17 stig
19. Everton 15 stig 
20. Southampton 15 stig

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder