GOG megnaði ikki at endurtaka bragdið frá tjúgu døgum síðani, tá liðið sigraði móti PSG í París, og Óli Mittún varð kosin besti spælari í umfarinum.
Tað gekk annars sum heild væl fyri steðgin, og franska verjan var ofta í trongum skóm. Hetta var serliga takkað nógvu ferðini, sum serliga Óli Mittún og Hjalte Lykke stóðu fyri í bakketuni og tryggleikanum hjá GOG-spælaranum; millum annað Frederik Bjerre av vonginum og við brotskøstum.
Tað koyrdi áleið, sum tað gjørdi í franska høvuðsstaðnum, og Óli Mittún var aftur í hopla. Fýra mál, fýra beinleiðis upplegg og eitt vunnið brotskast stóð hann fyri í 1. hálvleki, har nummar 78 bert brendi eitt skot: Hetta tá hann skeyt á stongina.
Tað var 18-17 í 1. hálvleiki, men í steðginum gjørd danska venjaraparið hjá PSG, Stefan Madsen og Henrik Mølgaard, nakrar broytingar í verjuni. Hon gjørdist meira kompakt, man fekk møtt Míttun, Lykke og hinum betri, og fyrstu 14 minuttirnar eftri stegðin skoraði GOG bert tríggjar ferðir.
Tá PSG samstundis hevur spælarar sum Yahia Omar, Luc Steins og Elohm Prandi, so verður tað torført, og hóast GOG helt lív í vónini so at siga allan vegin, so rakk tað ikki.
Útiliðið fekk eisini tamarhald á Óla Mittún í 2. hálvleik, har føroyingurin so at siga enki fekk burturúr móti Karl Konan og hinum.
PSG vann 31-28 og kom undir liðuna á GOG og Pick Szeged, sum Eurofarm Pelister vann á. Harvið er tað ógvuliga tætt nú í bólk Man skal enda á 6. plássi ella omanfyri fyri at hava møguleika fyri at koma víðari.
Í morgin klokkan 19.45, hósdagin, spæla Hákun West av Teigum og Füchse Berlin í Portugal. Týska liðið er oddalið í bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald