Tað er uppflytingarfepur í Fredrikstad. Fótbóltsflaggskipið í norska býnum liggur til uppflyting til bestu deildina fyri fyrstu ferð síðani 2012. Hetta sæst millum annað beinanvegin á heimasíðuni hjá Fredrikstad Blad.
1-0 heimasigurin á Hødd í dag var ikki beinleiðis "penur", men tað var fimti sigurin seinastu seks dystirnar hjá Mikkjali Thomassen og hansara monnum.
Einsamallið málið í dag skoraði Oscar Aga, ið kom úr Rosenborg í summarsteðginum, í 40. minutti. Liðini beint undir á stigatalvuni spældu javnt móti hvørjum øðrum: Kongsvinger er nú fimm stig aftanfyri Fredrikstad, ið nú hevur heili níggju stig niður til Oslo KFUM 3. plássið. Topp-tvey í OBOS-deildini fara beinleiðis upp í Eliteseriuna. Níggju umfør eru eftir.
Jóannes Bjartalíð spældi sum vant 90 minuttir - Brandur Hendriksson Olsen spældi 75 minuttir í sigrinum í dag. Teir báðir vera heilt víst í hópinum, sum Håkan Ericson tekur út í morgin.
Jóannes Bjartalíð hevur spælt stóran leiklut fyri Fredrikstad og hevur millum annað skorað fýra mál eftir summarsteðgin (Mynd: Sverri Egholm)
Rógvi Baldvinsson hevur verið við seinastu ferðirnar, og í dag kom royndi miðverjin/verjukendi miðvallarin á vøllin fyri Bryne, tá tólv minuttir vóru eftir á útivølli móti Jerv. Tá var støðan 3-1 til Bryne, og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið - annar sigurin á rað og tann triðji í fýra dystum hjá Bryne.
Noah Mneney kom inn samstundis sum Rógvi. Ungi miðvallarin hevur verið innskiftari seinastu tíðina, og hann verður helst á U21-landsliðnum, sum eisini verður úttikið í morgin, í næsta mánaða.
Gullbrandur Øregaard er eisini fastur á U21-landsliðnum, og í seinastuni hevur hann gjørt bart fyri Sandnes Ulf. Stóri og sterki 21-ára gamli føroyingurin hevur spælt átta fullar dystir á rað á miðvøllinum hjá liði sínum, og í dag varð Gullbrandur skrásettur fyri uppleggið til einasta málið í dystinum móti Mjøndalen.
Gullbrandur í Horni Øregaard hevur av álvara bitið seg fastan hjá Sandnes Ulf
Hetta er "fjórða føroyingafelagið" í OBOS-deildini. Meinhard Egillson Olsen er sáttmálabundin til og við 2024 við niðurflytaran Mjøndalen, sum hevur tað toført. Eftir tapið í dag fyri Gullbrand og hinar eru tvey stig niður til niðurflytingarstrikuna.
Betri sær út hjá Sandnes Ulf og Bryne sum hava eina góða gongd. Sandnes vann í dag fyri fjórðu ferð á rað, og hevur bert eitt stig upp til 6. plássið og ein dyst færri enn Ranheim, sum er har. Hetta plássið gevur rættin at spæla play-off dystir um uppflytingarpláss. Bryne er tvey stig frá hesum plássinum og átta stig frá niðurflytingaplássi, ið hótti Noah og Rógva einu tíðina.
Stigatalvan sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald