Fótbóltur

FSF: Burðardygd skal raðfestast hægri

Nýggja starvið í Fótbóltssambandinum er partur av UEFA-ætlan. Tað fevnir millum annað um "gangifótbólt" og trygg fótbóltsumhvørvir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-01-16 18:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF søkir í hesum døgum eftir fólki, ið kann standa á odda fyri sosialari- og umhvørvis burðardygd, føroyskum fótbólti at frama.

Hetta er í sambandi við, at UEFA í fjør kom við nýggari strategi - einari ætlan har eitt av málinum er, at øll fotbóltssambond í heiminum hava eitt starvsfólk, sum burturav hava burðardygd í miðdeplinum.

Men hvat inniber nýggja starvið, ið Fótbóltssamband Føroya hevur lýst leyst, og hvørji krøv setir hetta til starvsfólkið, FSF, feløgini og onnur, ið varða av føroyskum fótbólti.

Kristin Dam Ziska er aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, og í samrøðu við FSF Varpið setir hann orð á hesar og aðrar spurningar um nýggja starvið innan sosiala- og umhvørvis burðardygd.

Til ber at hoyra samrøðuna ovast

Meira kunning um nýggja starvið innan sosiala- og umhvørvis burðardygd, og hvussu ein søkir, kann lesast HER. Freistin at søkja er mánadagin 20. januar 2025, upplýsir FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder