Fótbóltur

FSF: Gongd komin á útbúgvingarnar aftur

14 venjarar eru í farnir í holt við B4 venjaraútbúgvingina, ið eftir ætlan verður liðug í september.

Eli Hentze, hjálparvenjari á A-landsliðnum hjá monnum, leggur fram fyri skeiðsluttakarunum (Mynd: FSF)

Eli Hentze, hjálparvenjari á A-landsliðnum hjá monnum, leggur fram fyri skeiðsluttakarunum (Mynd: FSF)

2020-05-12 18:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin, ið var dýri biðidagur, fóru 14 venjarar undir B4 venjaraútbúgvingina. Hetta er fyrsta skeiði, ið FSF skipar fyri, síðani koronafarsóttin byrjaði at gera um seg, boðar Fótbóltssamband Føroya frá. 

Venjararnir skuldi í gongd við útbúgvingina, ið er tann næsthægsta ið ein venjari kann taka í Føroyum, í mars. Hetta varð útsett orsakað av koronatilmælunum, men FSF hevur nú, í tráð við dagførdu tilmælini frá heilsumyndugleikunum, sett gongd á skeiðið, ið verður fyriskipað við nøkrum tillagingunum í mun til galdandi tilmæli.

Heimasíðan hjá FSF skrivar, at luttakararnir á B4-skeiðnum løgdu fyri fríggjamorgunin klokkan 8, og síðani var undirvísing á skránni til klokkan fimm seinnapartin. Evnini, ið vórðu viðgjørd hesaferð, vóru menningarætlan, motivatión, leikháttur og videogreining.

Eftir ætlan verður prógvhandanin í september mánað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder