Aftaná hvørt kappingarár letur UEFA tríggjar Fair Play virðislønir, og í fjør vunnu Føroyar heiðurin fyri bestu áskoðararnar í altjóða dystum, bæði fyri landslið og feløg
Hetta er skipað á tann hátt, at í samband við allar dystir í kappingum hjá UEFA, bæði hjá landsliðum og feløgum, fáa áskoðararnir stig fyri teirra atferð undir dystinum.
Millum annað verður hugt eftir, um áskoðararnir stuðla liðnum í viðgongd og mótgongd, og hvørja virðing áskoðararnir vísa mótstøðuliðnum. Rasisma, nýtsla av fýrverki og annar ófriður telur sjálvandi niður.
Aftaná hvørt kappingarár verður síðani kunngjørt, hvat land hevur bestu áskoðararnar.
Virðislønin er ein peningaupphædd frá UEFA, sum skal brúkast til Fair Play tiltøk í Føroyum, og nú er møguleiki hjá øllum føroysku fótbóltsfeløgunum at senda umsóknir um stuðul, ið skal brúkast til Fair Play tiltøk, skrivar FSF á heimasíðuni.
Tiltøkini, ið verða fyriskipaði, skulu vera við til at fremja Fair Play og virðing innan føroyskan fótbólt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald