– Hetta hevur verið ein avbera góð venjingarlega, har vit hava knýtt liðið tættari saman bæði á og utttanfyri vøllin, sigur Eyðvør Jakobsen, høvuðsvenjari á U17 gentulandsliðnum. Saman við restini av venjaratoyminum, fyrireikar hon í løtuni U17 landsliðið til EM undankappingina, sum tær skulu spæla í Litava í mars.
Umframt U17 genturnar, so hava eisini U19 gentur og A-landsliðið við kvinnum verið savnaði um vikuskiftið.
U19 landsliðið hevur verið á venjingarlegu í Runavík, har tær hava fyrireikað seg til EM undankapping í Armenia í apríl, ímeðan A-landsliðið við kvinnum hevur verið savnað á venjingarlegu í Havn.
Skráin hjá Kvinnulandsliðnum fevnir í løtuni um tveir vinardystir ímóti Luksemborg í apríl, áðrenn farið verður undir Nations League kappingina í heyst. Nýggjur høvuðsvenjari er ikki settur enn, og tí hevur Svenn Olsen staðið á odda fyri venjingarleguni.
Fótbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald