Síðani 2009 hevur Virgar Hvidbro verið aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya. Nú hevur klaksvíkingurin boðað starvsnevndini frá, at hann ynskir at gevast í starvinum.
– Fótbóltssamband Føroya hevur verið í støðugari menning undir leiðslu av Virgari Hvidbro, har hansara íkast til føroyskan fótbólt kemur at hava varandi virkna. Tað kennist tí sorgblítt at biðja einum trúgvum felaga farvæl.
Soleiðis sigur Christian Andreasen, forseti í FSF, við heimasíðuna í samband við tíðindini, sum Fótbóltssambandið ber nú seint seinnapartin
Tilgongdin at seta nýggjan aðalskrivara byrjar beinanvegin verður staðfest. Starvið verður lýst leyst, og Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandinum miðjar ímóti, at nýggjur aðalskrivari verður settur í starv tíðliga næsta ár.
Nýggi aðarlskrivarin fær millm annað sum uppgávu at bera menningarætlanina hjá Fótbóltssambandi Føroya (2021-2026) á mál. Hon inniber millum annað, at Føroyar skulu gerast heimsmeistarar í luttøku - vit fara nú undir at byggja víðari á støðuga grundarlagið, sum Virgar Hvidbro hevur tryggjað, staðfestir Christian Andreasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald