Í summar skipar FSF fyri nógvum fótbóltstiltøkum kring landið.
Umframt fótbóltsskúlarnar, sum 07 Vestur, AB, B68, KÍ og TB fara at skipa fyri, fer Fótbóltssamband Føroya eisini at skipa fyri ymiskum tiltøkum, ið eru fyri gentur og dreingir í aldursbólkunum U6 til U13, boðar FSF frá.
Fótbóltsdagar á Tórsvølli
Byrjið summarfrítíðina við fótbóltsdøgum á Tórsvølli. Spæligleði og stuttleiki verður í hásæti, tá FSF í døgunum 25. og 26. juni bjóðar til fótbóltsdagar við dygdargóðari venjing, sum landsliðsvenjarar og aðrir dugnaligir FSF venjarar koma at standa fyri.
Fótbóltsdagarnir eru fyri gentur og dreingir í aldursbólkunum U9, U11 og U13. Hvør aldursbólkur hevur venjingar í tveir tímar hvønn dag.
Skráin fyri báðar dagarnar
Kl. 9:30 – 11:30 U13
Kl. 11:30 – 13:30 U11
Kl. 13:30 – 15:30 U9
Fótbóltsstevnur
Gjøgnum alt summar bjóðar FSF til fótbóltsstevnur kring landið. Fótbóltsstevnurnar eru fjølbroytt tiltøk, sum flyta seg kring landið og fevna um ymiskar aldursbólkar og útgávur av fótbóltsspælinum.
Ein meldar seg til sum einstaklingur, verður partur av einum blandaðum liði, og so verður fótbóltur spældur í ymiskum útgávum.
Hósdagin 9. juli (Skála)
Kl. 14:00 – 16:00 U9
Hósdagin 16. juli (Runavík)
Kl. 10:00 – 12:00 U11
Kl. 13:00 – 15:00 U13
Mikudagin 22. juli (Trongisvágur)
Kl. 11:30 – 13:00 U9
Kl. 14:00 – 15:30 U11
Kl. 16:00 – 17:30 U13
Fríggjadagin 31. juli (Hoyvík)
Kl. 10:00 – 12:00 U9
Hósdagin 6. august (Klaksvík)
Kl. 10:00 – 12:00 U11
Kl. 13:00 – 15:00 U13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald