2019-02-06 19:33
Tað hevur javnan verið frammi, at tað eru ov fáir dómarar til allar dystirnar í føroysku kappingunum.
Tað hevur heldur ikki verið ein rúgva av kvinnuligum dómarum, ið hava roynt seg, men nú lýsir FSF, undir yvirskriftini "Ongin dómari - Ongin dystur", eftir kvinnuligum dómarum.
Fótbóltssambandið skrivar ímillum annað í starvslýsingini, at tað sum sóknast verður eftir, eru persónar sum hava áhuga fyri fótbólt, og sum hava dirvi at taka avgerðir. Fyrimunur er, at tann ið søkir er í góðum formi. Peningaliga gevur tað eisini nakað; upp ímóti 30.000 krónur árliga.
Sí alla lýsingina her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald