Fótbóltur

FSF Varpið: Sjey mál í tveimum dystum

Árni Frederiksberg skorar gott frísparksmál í B36-búnanum við Løkin, men NSÍ svara aftur. Arnbjørn Svensson skorar frálikt mál í mjøkranum á Argjum. Sí øll málini frá í gjárkvøldið her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-05-01 12:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu dystirnir í 7. umfari í Betrideildini vórðu leiktir í gjárkvøldið. Víkingur vann sum væntað á Argjum, og NSÍ basti B36 við Løkin. Hetta hevur við sær, at Víkingur og NSÍ eru á ávíkavist 3. og 4. plássi, at B36 dettur útav topp-fýra, og at AB er botnlið.

Tey sjey málini kunnu síggjast í FSF-Varpinum omanfyri, har brotssparkið, ið Mattias Lamhauge tók frá Sølva Vatnhamar, eisini er við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder