Fótbóltur

FSF um harðskapsmál: Vit kunnu ikki “krossfesta”

Tit fara øll upp í hatta kórið, krossfest, og vit fáa ikki krossfest, um tað er tað, tit ynskja, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF og Símun Christian Olsen, 3-2 (Skíggjamynd: KvF)

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF og Símun Christian Olsen, 3-2 (Skíggjamynd: KvF)

2022-10-04 00:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Málið um býtúrin hjá KÍ-høvuðvenjaranum hevur seinastu tíðina elvt til nógv kjak. Dimmalætting skrivaði fyrst um málið mánadagin í síðstu viku, og fleiri hava síðani funnist at tøgnini úr Fótbóltssambandinum.

Men FSF kann einki gera. FSF kann ikki “krossfesta”, sum aðalskrivarin í Fóbóltssambandinum orðaði seg. Tað hevur FSF ikki heimild til, segði hann í 3-2 í kvøld.

- Tað er løgreglan, sum tekur sær av slíkum. Vit hava ikki heimild at gera nakað í hesum førinum. Men tað eru nógv fólk, sum hava hug til at vera fólksins dómarar, og tað er ikki nakað nýtt. Fyri 2000 árum síðani róptu fólk “krossfest” uttan at tað var nøkur rættarsak. Og tað nokk eisini tað, sum fólk helst vilja í dag, greiddi Virgar Hvidbro.

- Men vit siga, at lat nú løgregluna taka sær av hesum málinum. 

Aðalskrivaran heitti á fólk um at geva løgregluni og persónunum í málunum frið lata eitt rættvíst úrslit koma burturúr.

Tað er heldur ikki vist, at FSF kann gera nakað, um KÍ-venjarin verður dømdur.

- Um vit hyggja eftir aðalreglugerðini, so eri eg ikki heilt vísur í, at vit hava heimild til at taka málið upp, men tað kann vera.

Hvat ynskir tú?
Sambært Dimmalætting eru tað fýra støður hetta leygarkvøldið fyri tveimum vikum síðani, har KÍ-venjarin er farin út um mark. Talan skal vera um ein fótbóltsspælara í Betri deildini, ein fótbóltsdómara, ein málmansvenjara og ein kringvarpsjournalist, sum harðskapurin er framdur ímóti.

Les eisini: Miðil: Gullvenjari framdi harðskap í býnum

Verturin í 3-2 spurdi áhaldandi um málið ikki átti at fáa nakrar fylgir. Eisini fyri at vísa á, at slík atburður ikki er í lagi.

- Er tað ikki umráðandi at onkurvegna statuera at hetta ikki er í ordan, spyr 3-2 verturin, sum varð svaraður við einum spurningi.

- Jamen hvat ynskir tú, at vit skulu gera.

- Nei eg ynski einki. Eg bara spyrji, svaraði verturin.

- Jamen eg spyrji teg, hvat ynskir tú at vit skulu gera. Eg havi fortalt at vit ikki hava heimild at gera nakað. Tit fara øll upp í hatta kórið, "krossfest", og vit fáa ikki "krossfest", um tað er tað, tit ynskja, segði Virgar Hvidbro.

Hoyr alla samrøðuna í 3-2 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder