Fótbóltur

Miðil: Gullvenjari framdi harðskap í býnum

Mikkjal Thomassen skal hava sligið fótbóltsdómara, leikara í Betri deildini, ein kringvarpsjournalist og ein málmansvenjara í býarlívinum í Havn næstseinasta leygarkvøld. Tað skrivar Dimmalætting.

Mikkjal Thomassen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Mikkjal Thomassen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-09-26 17:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikkjal Thomassen gjørdi næstseinasta leygarkvøld um seg í býarlívinum í Havn.

Hetta skrivar Dimmalætting í dag á dimma.fo.

Dimmalætting skrivar, at í øllum førum fýra mans - ein fótbóltsdómari, sum dømir í Betri deildini, ein spælari hjá Víkingi í Betri deildini, ein kringvarpsjournalistur og ein málmansvenjari, skulu hava fingið svian at føla frá illa KÍ-venjaranum.

Tað var annars fagnaðarrómur við fyrverki og hátíðarløtu við Djúpumýru í Klaksvík hetta kvøldið, tí besta mansliðið hevði tryggjað sær sítt 20. meistaraheitið, men Mikkjal Thomassen var í Havn í øðrum vertskapi.

[object Object]Fagnaðarløta við Djúpumýru næstsíðsta leygarkvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Sambært keldum hjá Dimmalætting skal Mikkjal Thomassen hava hótt ein fótbóltsspælara hjá Víkingi. Viðkomandi kom yvir at ynskja Mikkjlai tillukku við FM, men svarið var at geva honum ein neva á bringuna, og at hótta við at knúsa hansara yrkisleið bæði í fótbólti og í borgarliga starvinum.

Les alla søguna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder