EHF European League er næsthægsta evropeiska kappingin, og tveir ungir føroyskir landsliðsspælarar eru við í bólkaspælinum í European League.
Í gjárkvøldið var tað fjórða av teimum seks umførunum í bólkaspælinum á skránni, og Füchse Berlin og IK Sävehof hildu fast í fulla stigatalinum. Við sigrum á útivølli spældu liðini seg eisini víðari til meginumfarið.
Füchse spældi truplan dyst í Bukarest, har heimaliðið var á odda við einum máli í steðginum. Oddaliðið í Bundesliguni var tó omaná eftir steðgin og vann 33-32.
Hæddarpunkt (EHF)
Hákun West av Teigum var á vøllinum meginpartin av dystinum. Høgri vongurin úr Hoyvík spælir annars ikki so nógv í Berlin enn, tí Hans Lindberg framvegis í hópinum. Í gjár skoraði 21-ára gamli føroyingurin uppá øll síni trý skot - eins og í dystinum millum liðini í Berlin í síðstu viku - og var spennandi dysturin við ógvuliga lívligum áskoðarum í Rumenia helst góður lærupeningur fyri hann. Dejan Milosavljev var ein lykil fyri Füchse. Serbiski málverjin hevði 22 bjargingar.
Í fyrra dystinum móti Pfadi Winterthur gjørdi Óli Mittún veruliga bart, og IK Sävehof vann við 19 málum. Í dystinum í Sveis í gjárkvøldið var javnari millum liðini, tá Óli Mittún ikki spældi vegna sjúku, men aftur varð tvey stig til Sävehof (29-32).
Eins og Füchse hevur svenska liðið fult stigatal fyri fýra dystir: Átta stig. Harvið er atgongumerki til næsta umfar longu tryggjað. Næstu tvær vikurnar verða tvey tey seinastu umførini í bólkaspælinum avgreidd - í kvøld spæla Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel í Aalborg í Champions League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald