2026-10-17 15:14
European Cup er aftur í kvøld á skánni í Hoyvíkshøllini. Hesaferð eru tað menninir sum spæla, og mótstøðan er kroatisk.
VÍF spældi móti hesum sama liðnum, MRK Trogir, í fyrsta umfari, fyri nøkrum vikum síðani og tapti, men munurin var ikki stórur.
Nú í øðrum umfari er tað H71 sum spælir móti Trogir og fyrri dysturin verður spældur í Hoyvík í kvøld klokkan 18.
Dysturin sæst á Portal Play og atgongd kann keypast fyri 79 krónur. Dysturin er ikki partur av vanliga hondbóltshaldinum.
Tryggja tær atgongd til dystin her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald