Annað

Flogbólturin í gongd í dag

Fýra dystir verða um vikuskiftið og lagt verður frá landið á Toftum klokkan 13. Flogbólturin verður í ár vístur á Portal Play.

Mjølnir vann grundspælið í fjør, men megnaði ikki at vinna finalurøðina móti SÍ  tá á stóð (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mjølnir vann grundspælið í fjør, men megnaði ikki at vinna finalurøðina móti SÍ tá á stóð (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-17 08:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kappingarárið í flogbólti fer í gongd seinnapartin, tá menninir hjá Ternuni og Mjølni bresta saman á Toftum í Polestar-deildini klokkan 13.

Í kvinnudeildini, Hotel Djurhuus-deildini, verður eisini byrjað á Toftum. Tað verður klokkan 16 tá Ternan og Mjølnir spæla.

Allir flogbóltsdystirnir í landskappingini og steypakappingini verða í ár vístir á Portal Play. Dystirnir í dag eru einki undantak.

Flogbóltshald kann keypast fyri 89 krónur um mánaðin ella 699 krónur um mánaðim. Umframt tað kunnu einstakir dystir keypast fyri 49 krónur.

Tekna hald á Portal Play her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder