
Tá klokkan nærkast 16 verður greitt, um vit fáa fyrsta føroyingin higartil í eina Champions League-finalu.
Hákun West av Teigum og hinir týsku meistararnir úr Füchse skulu klokkan 14 føroyska tíð spæla í Final Four móti franska Nantes.
Talan er um hálvfinaluna. Stendur tað á jøvnum eftir 60 leikminuttir, verður í longda leiktíð og í so fall fer klokkan kanska nakað av 16.
Füchse Berlin stendur tó sum stórfavorttur at vinna dystin. Meðan hin hálvfinalan millum Magdeburg og Barcelona væntast at vera ógvuliga jøvn, so meta hondbóltskøn týsku meistararnar at vera nakað sterkari enn nummat tvey í Fraklandi í løtuni.
- "Regulin" til Final Four plagar at vera, at favoritturin ongantíð vinnur. Men eg noyðist tó at siga, at Füchse er favorittur - bæði orsakað av lutakastið, men eisini tí at eg haldi, at liðið spælir tann besta hondbóltin.
Soleiðis segði Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, við Portalin í gjár. Hann er eisini fyrrverandi venjari hjá Hákuni og setti nøkur orð á føroyska vongin.
Sí eisini:
- Hákun er dugnaligur, treiskur og ein fyrimynd
Hallbera West: - Hákun hevur duga væl at funnið fram til, hvat er best fyri hann
Hálvfinalan í Lanxess leikhøllini í Köln sæst á TV3 MAX, sum er partur av Televarpinum. Viaplay vísir eisini dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald