2022-11-09 21:02
Noah Mneney hevur í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála við Víking. Sáttmálin er galdandi næsty tvey árini.
- Noah, sum er fuglfirðingur, kom út um eið at spæla fótbólt sum 16 ára gamal, og sigast má, at hann hevur ment seg nógv og er í dag ein av berandi kreftunum á okkara Betri liðið, sigur Víkingur.
19 ára gamli Noah varð herfyri úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð, og verður í hópinum til venjingardystirnar móti Kekkia og Kosovo.
Noah Mneney hevur eisini verið á U21-landsliðnum (Mynd: Aleksandar Djorovic)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald