Fýra av okkara bestu bogaskjúttum eru í hesum døgum í Kroatia, har teir eru við í EM í innandura bogaskjóting. Kappingin fer fram í býnum Varaždin, sum liggur har norðuri í Kroatia, nær mørkunum til Slovenia og Ungarn.
Sólgerð Henriksen úr Miðvági, sum vanliga skjýtur við Vágaskoti, men í løtuni býr í Danmark, er einasta kvinna í føroyska hópinum og eisini einasti føroyski recurveskjúttin í EM-kappingini. Afturat henni eru tríggir compoundskjúttar, allir menn, og upprunaliga vóru teir Jóannes Poulsen, Nikkel Petersen og Sámuel Petersen, allir úr eysturoyarliðnum Ørvi.
Nikkel noyðist tó aftur til Danmarkar í morgin, týsdagin, vegna tað, at hann hevur fingið deyðsboð av vermóðurini, ið var búsitandi har. Ein annar compoundskjútti, Jógvan Niclasen úr bogaskjótifelagnum Tambar í Havn, er tó eisini við á ferðini sum liðleiðari, og hann verður nú við í compound-hópinum í staðin.
Í dag hevur skrásett venjing verið á skránni, har øll útgerðin eisini er eftirkannað, og í morgin byrjar sjálv EM-kappingin við innleiðandi kappingunum – ella kvalifikasjónskappingunum. Síðan verður kappast hvønn dag til og við leygardagin. Føroysku luttakararnir eru við í einstaklingakappingunum og compoundskjúttarnir eisini í liðkappingini.
Finalurnar í liðkappingunum verða fríggjadagin og einstaklingafinalurnar leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald