Fótbóltur

Fýra ferðir Adrian á Argjum

Nummar 7 hjá HB gjørdi hattrick við trimum fríspørkum innan níggju minuttir og legði eitt frálíkt mál afturat - alt í fyrra helminginum av 1. hálvleiki. HB spældi í undirtali í 75 minuttir.

Adrian Justinussen hevur nú skorað seks mál í Betrideildini - fýra er komin frá beinleiðis frísparki (Mynd: Jens Kr. Vang)

Adrian Justinussen hevur nú skorað seks mál í Betrideildini - fýra er komin frá beinleiðis frísparki (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-24 18:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tjúgu minuttir í seinasta dytinum í 3. umfari í Betrideildini var 5-0 á Argjum. Tað byrjaði við at Adrian Rúnason Justinussen legði eitt fríspark inn í brotsteigin í 5. minutti, og har var Øssur Dalbúð til reiðar. Síðani fór Adrian í gongd við at skjóta uppá mál. Tað er als ikki eitt býtt hugskot, tá ein hevur tann sparkitekknik, sum 21-ára gamli leikarin hevur. 

[object Object]
Øssur Dalbúð skoraði til 1-0 fyri HB - eftir upplegg frá Adrian

At skora hattrik uppá fríspark er so at siga óhoyrt í fótbólti, men tað gjørdi Adrian Justinussen - uppá minni enn tíggju minuttir. Tað fyrsta var úti í vinstru. Tað var næstan mitt í málið, men gróthart og Silas Eyðsteinsson megnaði ikki at steðga tí. Tríggjar minuttir seinni hevði AB-málverjin hondina á bóltinum, tá Adrian skeyt stutt uttanfyri brotsteigin til høgru. Silas megnaði tó heldur ikki at halda hesum bóltinum úti. Eftir eitt korter fekk HB fríspark, mitt fyri og 35 metrar úr málinum. Sjálvandi royndi Adrian seg, bólturin rakti ein leikara í trý-mans múrinum og fór siglandi í málið - Silas Eyðstesteinsson misti fótafestið í støðuni.

[object Object]
2-0: Adrian við frísparki

[object Object]
Tríggjar minuttir seinni: 3-0, Adrian við frísparki

Beint áðrenn hetta málið hevði Heðin Hansen fingið beinleiðis reytt kort fyri at kasta bóltin eftir einum mótleikara, sum hevði sparka bóltin á tann liggjandi miðverjan. Annan dystin á rað skuldi HB spæla við tíggju monnum - hesaferð væl longri. Tað bilti tó ikki, tí HB hevði Adrian, sum fimm minuttir eftir at hann hevði økt til 4-0 við sínum triðja frísparksmálið, skoraði hann eitt framúr gott mál - hesaferð í opnum spælið. Adrian fekk bóltin til vinstru í brotsteignum, slapp hegnisliga framvið tveimum við at koyra bóttin afturum seg og flyta hann víðari. Síðani setti 7' arin krúnuna á verki við at smekka bóltin upp í longra málhorn.

Frísparkskongurin: Her eru málini øll sum øll tosa um

Tað hendi sum so ikki nakað seinastu 70 minuttirnar. AB fekk, hóast yvirtal, so at siga ikki hótt málið hjá HB, tó at onkrar støður vóru í 2. hálvleiki. HB hevði gott tamarhald á og vann størsta sigurin higartil í kappingini í ár.

Myndir: AB - HB

Liðið hjá Jens Berthel Askou er komið frá byrjan við níggju stigum í trimum dystum og málúrtøkuni 9-1. Adrian hevur seks mál í trimum dystum (fýra frísparksmál og tvey frálik afturat) og hevur eisini lagt upp til eitt mál. Næsta uppgávan hjá HB er Víkingur, og tað er í Gundadali hóskvøldið. Sama kvøldið spælir AB á Skála.

3. umfar í Betrideildini
AB - HB 0-5 (0-5)
5' Øssur Dalbúð (Adrian Justinussen) 1-0
8' Adrian Justinussen 2-0
11' Adrian Justinussen 3-0
16' Adrian Justinussen 4-0
21' Adrian Justinussen (Dan í Soylu) 5-0

Reytt kort: Heðin Hansen (15')

AB: Silas Eyðsteinsson - Tróndur á Høvdanum, Sørin Samuelsen, Bjarni Skála, Asbjørn Heðinsson - Tóki á Lofti Jákup Pauli Breckman, Bartal Skaalum Petersen, Jasper van der Heyden - Bjarki Nielsen, Adeshina Lawal

Venjarar: Símun Samuelsen og Tonny Brimsvík

HB:
Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Heðin Hansen, René Shaki Joensen - Adrian Justinussen, Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Dan í Soylu - Pætur Petersen, Øssur Dalbúð

Venjari: Jens Berthel Askou



Betrideildin, 3. umfar
23.05

Við Margáir 

EB/Streymur - TB 2-0 (2-0)
40' Gutti Dahl Olsen 1-0
44' Niklas Kruse 2-0


EB/Streymur (4-3-3): Rói Zachariasen - Petur Zachariasen, Árni Grunnveit Olsen (L), Bjarni Petersen, Ragnar Bjartalíð Danielsen - Tóki Johannesen, Hjalti Kárason Djurhuus, Símun Sólheim - Teitur Debes Olsen, Gutti Dahl-Olsen, Niklas Tummasarson Kruse 

Venjari: Jákup Martin Joensen

TB (5-3-2): John Jacobsen - Jens Erik Bruhn, Poul Ingason, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Eirikur Ellendersen - Musah Armah, Dánjal Godtfred, Rógvi Joensen - Samudeen Musah, Mads Raben

Venjari: Micheal L. Winther (hevði leikbann - so Karl Øster var á síðulinjuni) 

Í Gundadali 
B36 - Skála 6-2 (4-1)
15' Jan Ingason Hansen 0-1
25' Árni Frederiksberg (Sonni Ragnar Nattestad) 1-1
36' Michal Przybylski (Sebastian Pingel) 2-1
38' Sebastian Pingel 3-1
45'(+2)  Alex Mellemgaard (Sebastian Pingel) 4-1
75' Meinhard Egilsson Olsen 5-1
83' Niels Pauli Danielsen (br.) 5-2 
84' Ragnar Samuelsen (Meinhard Egilsson Olsen) 6-2

B36 (4-2-3-1): 
Símun Rógvi Hansen - Benjamin Heinesen, Eli Falkvard Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard - Magnus Holm Jacobsen, Erlendur Magnusson - Árni Frederiksberg (L), Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel

Vernjari: Jákup á Borg

Skála (4-4-2): Bárður á Reynatrøð - Jóhan Waag Høgnesen (18' Teitur Poulsen), Kristian Martin Jakobsen, Hjati Strømsten, Djóni Jansson Petersen - Heðin Klakstein, Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Ronni Møller-Iversen - Andreas Egeberg Jacobsen (41' Poul Kallsberg), Jan Ingason Hansen

Venjari: Bill McLeod Jacobsen

Í Fløtugerði: 
ÍF - KÍ 1-4 (1-2)
26' Jóannes Bjartalíð 0-1
27' Uros Stojanov 1-1
44' Jákup Biskopstø Andreasen 1-2
77' Jóannes Bjartalíð 1-3
84' Páll Andrasson Klettskarð 1-4

ÍF (4-4-2): Milos Budakovic - Sjúrður Pauli Nielsen, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ólavsson Ellingsgaard (L), Andy Olsen - Dánjal á Lakjuni, Hákun Edmundsson, Karl Løkin, Ari Ólavsson Ellingsgaard - Filip Djordjevic, Uros Stojanov

Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Boris Dosljak - Ole Erik Midtskogen, Patrik Johannesen 

Venjari: Mikkjal Kjartansson Thomassen


Í Sarpugerði í gjár:
Víkingur - NSÍ 1-0 (1-0)
17' Ari Olsen 1-0

Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic, Elias Lervig - Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen - Lukasz Cieslewicz (85' Ingi Jonhardsson), Sølvi Vatnhamar (88' Arnbjørn Svensson), Jákup Johansen (69' Andreas Lava Olsen), - Finnur Justinussen

Venjari: Eyðun Klakstein

NSÍ (5-3-2): Tórður Thomsen, Bárður Jógvansson Hansen, Jákup Jakobsen, Oddur Árnason Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen, Jann Julin Benjaminsen (65' Salmundur Bech) - Aron Knudsen, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen (78' Búi Egilsson) - Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen

Venjari: Glenn Ståhl


Støðan

1. B36 (9 stig)
2. HB (9 stig) 
3. Víkingur (7 stig)
4. NSÍ (6 stig)
5. KÍ (6 stig)
6. EB/Streymur (3 stig) 
7. ÍF (3 stig)
8. AB (1 stig) 
9. TB (0 stig) 
10. Skála



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder