Steypafinalurnar í donskum ungdómshondbólti hava verið um vikuskiftið, og steypavinnararnir hjá U18 við bæði kvinnum og monnum hava føroyingar á liðnum.
Hjá kvinnum vann Ikast, har Lív S. Poulsen spælir. Lív og liðfelagarnir vunnu 25-23 á Horsens.
Skanderborg vann steypafinaluna hjá monnum, sum hevur heili tríggjar føroyingar á liðnum, skrivar Hondbóltssambandið. Teir eru Hákun Vest av Teigum, Elias á Skipagøtu og Pauli Jacobsen. Skanderborg vann 30-27 á Århus Håndbold. Tað undrunarverda er, at liðið hjá føroyingunum er eitt U16-lið, sum vann steypakappingina fyri ein árgang eldri.
Í apríl byrja hálvfinalurnar um danmarkarmeistaraheitið, og ungu føroysku leikararnir hava allir vunnið seg í sonevnda “Final4”. Sum skilst hava tríggir aðrir føroyingar eisini vunnið sær atgongd til “Final4”. Teir eru Pauli Mittún og Brandur Silvurdal, ið spæla við Skjern Håndbold og Viktor Gäini, sum spælir við VIES.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald