Fótbóltur

Fýra greiðir favorittar

Tað kann tó gerast áhugavert í 3. umfari í dag - kanska serliga í Klaksvík har NSÍ skal royna at kroysta føroyameistararnar meira. Tveir dystir byrja klokkan 15 og tveir byrja tveir tímar seinni.

KÍ hevur havt takið á deildini - og NSÍ - seinastu árini. Spurningurin er, um dysturin millum liðini  í dag kann peika á nýggja kós (Savnsmynd: Sverri Egholm)

KÍ hevur havt takið á deildini - og NSÍ - seinastu árini. Spurningurin er, um dysturin millum liðini í dag kann peika á nýggja kós (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-01 09:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir landsliðssteðg rullar bólturin í Betrideildini hjá monnum aftur seinnapartin 2. páskadag - afturat øllum eggunum, ið verða rullaði um páskirnar.

Fýra dystir eru á skránni í 3. umfari, og í øllum dystunum er ein greiður favorittur. Seinasti dysturin í umfarinum verður spældur í morgin.

3. umfar í Betrideildini hjá monnum

[object Object]
Skráin (Skíggjamynd: FSF)

Støðan eftir 2. umfar:

[object Object](Skíggjamynd: FSF)

Trý av teimum undirtippaðu liðunum eru á útivølli, og spurningurin er, um nakað av teimum veruliga kann gera ein vørr.

B68 hevur bjóðað Víkingi av nakrar ferðir seinastu árini og hevur eisini hevur okkurt stig í innanhýsis uppgerðunum. Tó vera víkingarnir helst ov sterkir í Sarpugerði í dag. Hóast HB framvegis er ein heldur ókendur faktorur - og HB verður uttan leikbannaða høvuðsvenjaran - so er ikki nógv, ið bendir á, at fuglfirðingar fara at faá nakað úr Gundadali í dag.

NSÍ er uppflytari men hevur serliga álopskendar dygdir á liðnum, sum uppflytarar vanliga ikki hava, umframt ávísa siðbudna styrki. KÍ er trýfaldur føroyameistari og fer sjálvdan av vøllinum við Djúpumýrar uttan trý stig. Liðið hjá Haakon Lunov skal tó "seta seg" og hevur ymiskar avbjóðingar: Í mars tapti liðið tveir kappingardystir, trýstið í Klaksvík er ikki heilt lítið, og spælarar sum Jákup Biskopstø Andreasen, Odmar Færø og Heini Vatnsdal eru úti við skaða.

[object Object]

[object Object]
Lyklaspælarar hjá KÍ noyðast at standa uttanfyri og hyggja: Odmar Færø og Jákup Biskopstø Andreasen (Myndir: Sverri Egholm)

[object Object]B36 tamdi trífaldu føroyameistarunum í síðsta umfari. Nú skal liðið hjá Dan Brimsvík royna at framhaldandi hava fult stigatal (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]NSÍ hevur eisini tapt í Gundadali í ár - HB tekur í dag móti ÍF (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ stendur sum stórfavorittur, men ymiskt bendir á, at uppgerðin í Klaksvík er tann mest spenanndi á pappírinum í dag. NSÍ vann seinast har í 2021, tá Klæmint Andrasson Olsen - eftir forarbeiði frá Peturi Knudsen - sendi KÍ út úr kappingini um Løgmanssteypið.

Skála er hin uppflytarin og tekur ímóti B36, sum eins og Víkingur hevur fult stigatal. B36 sær út til at hava hægri góðsku í ár og skal avgreiða slíka uppgávu sum hana í kvøld, hóast tað er stíðsfúsin móttstøða.

Portalurin verður til staðar í Klaksvík og síðani í Eysturoynni, og hava vit ymiskt tilfar. Til ber at fylgja gongdini beinleiðis á forsíðu okkara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder