Í kvøld spæla átta lið í sínari fyrru áttandapartsfinalu í hesum Champions League-kappingarárinum.
Chelsea tekur ímóti Lille, ið gjørdist meistari í Frakland í fjør, men sum í løtuni liggur á 11. plássi í Ligue 1. Chelsea verjir Champions League-heiti og Lille verður mett sum ein lítil forðing á vegnum til at kappast í teinum heilt stóru dystunum seinni í vár. Liðið hjá Thomas Tuchel er ikki heilt við í meistaraheitsstríðnum í Onglandi meira.
Lagt er upp til ein meira javnan dyst í Valencia-økinum. Har er Juventus á vitjan hjá Villareal, ið vann Europea League í fjør. Nú er málið hjá liðnum hjá Unai Emery og hansara monnum at koma lagt í Champions League, og hóast liðið hjá Juventus ikki sær eins sterkt út sum undanfarnu ár, so er fjórðingsfinalan í fyrstu syftu málið.
Báðar áttandapartsfinalurnar byrja klokkan 20.
Champions League áttandapartsfinalur
Í kvøld - Týsdagin 22.02
20.00: Chelsea - Lille
Villareal - Juventus
Í morgin - Mikudagin 23.03
Benfica - Ajax
Atletico Madrid - Manchester United
Í síðstu viku
PSG - Real Madrid 1-0 (0-0)
Sporting Clube de Portugal - Manchester City 0-5 (0-4)
Inter Milan - Liverpool 0-2 (0-0)
Salzburg - Bayern München 1-1 (1-0)
Les eisini:
PSG hevur yvirtakið
Bayern var í trupulleikum í Eyturríki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald