Tvær áttandapartsfinalur í Champions League vórðu leiktar í gjárkvøldið.
Í Milano var Liverpool á vitjan. Útiliðið var omaná í fyrra hálvleiki, men tað var ikki fyrrenn seint í dystinum, at liðið hjá Klopp fekk málini. Roberto Firmino skoraði til 1-0, tá eitt korter var eftir, og í 83. minutti sló Mohammed Salah til. 0-2 og harvið sær tað sera gott út hjá
Tað var ógvuliga nær við, at Salzburg megnaði at basa Bayern München, tá eysturríkska felagið spældi sína fyrsta dyst í einum Champions League-endaspæli í gjárkvøldið. Bayern var í trupulleikum - serliga eftir at Junior Adamu hevði lagt heimaliðið á odda eftir tjúgu minuttir. 20-ára gamli eysturríkarin var komin á vøllin stutt framanundan orsakað av einum skaða.
Hendan leiðslan helt heilt til 90. minutt. Bayern-trýstið gav endliga úrslit, tá Kingsley Coman, ið avgjørdu Champions League-finaluna í 2020, skoraði. Harvið liggur tað til Bayern at spæla seg víðari, men Salzburg vísti, at liðið ikki bert er við í áttandapartsfinalunum fyri at teljast kann upp í 16.
Átta lið hava nú spælt sína fyrru áttandapartsfinalu - hini skulu í eldin í næstu viku.
Champions League áttandapartsfinalur
Í gjár - mikudagin 16.02
Inter Milan - Liverpool 0-2 (0-0)
Salzburg - Bayern München 1-1 (1-0)
Týsdagin 15.02
PSG - Real Madrid 1-0 (0-0)
Sporting Clube de Portugal - Manchester City 0-5 (0-4)
Les eisini: PSG hevur yvirtakið
Týsdagin 22.02
Chelsea - Lille
Villareal - Juventus
Mikudagin 23.03
Benfica - Ajax
Atletico Madrid - Manchester United
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald