Fótbóltur

PSG hevur yvirtakið

Kylian Mbappé avgjørdi í yvirtíðini fyrru áttandapartsfinaluna millum PSG og Real Madrid, sum var í París í gjárkvøldið. Manchester City vann stórsigur á Sporting.

Kylian Mbappé skoraði einasta málið í dystinum í París. 23-ára gamli leikarin gjørdi bart, og hóast framtíð hansara møguliga liggur í Madrid, so stríðist hann í løtuni fyri at fáa PSG víðari í Champions League

Kylian Mbappé skoraði einasta málið í dystinum í París. 23-ára gamli leikarin gjørdi bart, og hóast framtíð hansara møguliga liggur í Madrid, so stríðist hann í løtuni fyri at fáa PSG víðari í Champions League

2022-02-16 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrstu áttandapartsfinalurnar í Champions League 2021/2022 vórðu leiktar í gjárkvøldið.

Í París var stórdystur, men í spælinum var stórdystur. Heimaliðið skapti nógvar málmøguleikar, men Thibaut Courtois var sum ein múrur, og belgiski málverjin eftir ein tíma brotsspark. Tað var Lionel Messi, ið royndi seg úr ellivu metrum.

Real Madrid megnaði ikki at hótta málið hjá PSG av álvara, men var fram til 94. minutt ávegis einum málleysum javnleiki. So tók vælleikandi Kylian Mbappé, ið er settur í samband við júst Real Madrid, sakina í egnar hendur og avgjørdi dystin. Tað er tó alt opið í uppgerðini millum høvuðsstaðarfeløgini í ávíkavist Fraklandi og Spania. Regulin um útivalarmál er burtur, og tað hjálpir í hesum førinum Real Madrid.

Hóast hann er burtur, so hevur Manchester City tryggjað sær eitt frálíkt útgangsstøði eftir fyrsta dystin, og tað er helst ikki ov nógv sagt, at liðið hjá Guardiola hevur meira enn eitt bein í fjórðingsfinaluni. Oddaliðið í Onglandi knústi Sporting Clube de Portugal í portugisiska høvuðsstaðnum í gjárkvøldið. Bernardo Silva (2), Riyad Mahrez, Phil Foden og Raheem Sterling skoraðu málini í 5-0 sigrinum, har fýra teirra komu í fyrra hálvleiki.

Í kvøld tekur Inter ímóti Liverpool, og Bayern vitjar í Salzburg.

Champions League áttandapartsfinalur
Í gjár - týsdagin 15.02

PSG - Real Madrid 1-0 (0-0)
Sporting Clube de Portugal - Manchester City 0-5 (0-4)

Í kvøld - mikudagin 16.02
Inter Milan - Liverpool
Salzburg - Bayern München

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder