Fótbóltur

Fýra Norðurlond í fjórðingsfinaluni - Spania er úti

HM-favoritturin megnaði ikki at koma víðari, og lagt er upp til spennandi fjórðingsfinalur í annaðkvøld. Føroyar spæla móti Slovenia klokkan 20 hósdagin og so møguliga hálvfinalu fríggjakvøldið.

Føroyingar kundu longu mánakvøldið fegnast um fjórðingsfinalupláss (Mynd: IHF/Kolektiff)

Føroyingar kundu longu mánakvøldið fegnast um fjórðingsfinalupláss (Mynd: IHF/Kolektiff)

2025-06-25 09:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Fyri fyrstu ferð síðani 1993 eru fýra av teimum átta liðunum í U21 HM-fjórðingsfinalunum Norðurlond: 

Danmark, Noreg, Svøríki...og Føroyar.

Í 1993 var Ísland tað fjórða landið. Hetta vóru 26 ár áðrenn, at Føroyar fyri fyrstu ferð komu við til U21 HM endaspæl.

Les eisini: Føroyar víðari fyri triðju ferð av trimum í U21 bólkaspæli

Nú er tað aðru ferð á rað, at føroyskir U21 menn koma í topp-átta í kappingini, har 32 lond eru við. Hetta er eisini aðru ferð á rað, at hesir árgangirnir skulu spæla HM-fjórðingfinalu - í 2023 komu teir eisini so langt í U19 HM.

Tá endaði tað við tapi móti Egyptalandi eftir longda leiktíð í fjórðingsfinaluni. Nú er greitt, at um Føroyar vinna í annaðkvøld móti Slovenia, so verður mótsstøðuliðið í hálvfinaluni fríggjakvøldið vinnarin av Egyptalandi - Portugal.

[object Object]

Soleiðis sær kappingin um HM-gullið og heiðursmekrini nú út. Tað er ógvuliga merkisvert, at spanska flaggið ikki sæst á har.

Spania hevur vunnið allar stóru kappingarnar hjá árgangunum: U18 EM (2022), U19 HM (2023) og U20 EM (2024).

Spaníólar vóru eisini rímiliga stórir HM-favorittar, men í bólkaspælinum vann Egyptaland við einum, tá liðini hittust. Harvið var javnleikur ikki nóg mikið hjá Spania móti Týsklandi í meginumfarinum, og tá júst Týskland vann á Eygyptalandi í gjár, var lagnan greið.

U21 HM-fjórðingsfinalur
Í morgin, hósdagin 26. juni

17:30: Portugal - Egyptaland (Arena Sosnowiec)

17.30: Týskland - Svøríki (Arena Katowice)

20.00: Føroyar - Slovenia (Arena Sosnowiec)

20.00: Danmark - Noreg (Arena Katowice)

Harvið hittast tvey av Norðurlondunum. Føroyingar - og hinir - hava í dag hvíli- og fyrireikingardag

--

Rættað 25. jun 11:37: Broyting í dystarskránni, sum hevur við sær, at Føroyar spæla klokkan 20 heldur enn klokkan 17:30, sum upprunaliga ætlanin var.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder