Doris í Garði Olafsdóttir, Krista Heiðriksdóttir, Marianna Holm Jacobsen, Eleonora Kristoffersen eru millum teir 16 nýggjar dómararnar, sum hava fingið prógv seinastu tíðina.
FSF hevur seinastu tíðina skipað fyri dómaraskeiðinum, FSF dómari. Hetta er fyrsta stig í dómaraútbúgvingini hjá fótbóltssambandinum.
Skeiðini hava verið hildin á Skála, á Tvøroyri og í Tórshavn. Samanlagt hava 16 nýggir dómarar fingið prógv. Av teimum fýra nýggir kvinnuligir dómarar.
FSF setti fyrr í ár sjóneykuna á mangulin uppá kvinnur sum ynskja at døma fótbólt. Tá vóru 100 menn tøkir at døma dystir, men bara ein kvinna. Nú eru so fýra kvinnur, sum ynskja at royna seg í dómarabúnanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald