
Eina løta var ivamál, um finalan um Løgmanssteypið skuldi floytast í gongd, tí so nógvur mjørki lá yvir Tòrsvøll.
Tá so farið var í gongd, gjørdist dystarmyndin skjótt tann, sum væntast kundi áðrenn: At HB hevði bóltin væl meira og royndi at mynda dystin, meðan víkingarnir lógu og bíðaði og dúgaðu uppá umstillingar. HB hevði tó ilt við at skapa møguleikar fyrstu løtuna, men har var millumrúm at spæla í, nú Víkingur hevði Gunnar Vatnhamar á bakkinum í staðin fyri á sentrala miðvøllinum sum vanligt. HB hevði eina nýggja samanseting: René Shaki og Daniel Johansen mannaðu sentrala miðvøllin við eyðsýnda Dan í Soylu frammanfyri.
Fyrsu 40 minuttirnr hendi sera lítið, og nógvi mjørkin var mest í fokus. Men so fekk HB fríspark stutt uttanfyri brotsteigni eitt sindur til høgru, eftir at 20-ára gamli Arnbjørn Svensson varð dømdur fyri at hava koyrt Ari Mohr Olsen umkoll. Elias Rasmussen var ikki heilt liðugur at stilla múrin og stóð als ikk í sínari síðu, tá Adrian Rúnasson Justinussen smekkaði bóltin væl í longra málhorn. Á upptøkunum tyktist tað tógreitt, at Dagfinn Forná hevði bríkslað, og harvið givið Adrian loyvi at skotið, og marran hjá Vìkingi var har. Beint fyri steðgin vóru tað HB' arnir, sum vóru ónøgdir, tá Dan fór umkoll inni í brotsteignum.
Tað gekk ikki long tíð í 2. hálvleiki, so var 2-0. Víkingur sløsaði á egnari hálvu, Dan arbeiddi væl, trekti og spældi Sìmun Samuelsen væl ígjøgnum. Royndi vágbingurin var runnin væl inn í brotsteigin, og hann avsluttaði sera væl fyrstu ferð við høgra beininum; flatt niður í málhornið.
Eftir hetta sá tað ógvuliga tungt út hjá Víkingi, men í eitt stórt korter var Víkingur omaná og hótti eina løtu sigurin hjá HB. Fyrst stútaði Bogi Reinert Petersen eitt innlegg í málið, men vinkað var fyri rangstøðu. Tað sá út til at vera ógvuliga tepurt. Síðani skaptu víkingarnir nakrar støður við innleggum og deyðbóltum, og HB fekk ikki sítt spæl at koyra hesa løtuna. Eftir ein tíma minkaði Andreas Lava Olsen um munin, eftir at Gunnar Vanthamar stútaði eitt frísparksinnlegg yvirum til mannin, ið eisini skoraði seinast, Víkingur var í finaluni. Men eins og tá, var tað ikki nóg mikið.
HB var betri í kvøld, og 3-1 málið tjúgu minuttir fyri leiklok, sum punkteraði dystin, var eftir bókini. Spælt var skjótt - frá høgru til vinstru, Dan dreiv bóltin væl, spældi út til høgru til Bartal, ið var komin niðan við og sum legði eitt frálíkt innlegg beint í høvdið á inskifta Pingel, ið varð runnin perfekt inn í brotsteigin
Víkingur hevði ov lítið at bjóða inn við seinastu tjúgu minuttirnar, HB hevði fult tamarhald á støðuni, og víkingarnir vóru frustreaðir. Adrian rakti tvørtræðið, og hetta var tað tættasta ið vit komu uppá eitt mál afturat. Hesaferð glapp tað hjá HB - fyrsta Løgmanssteypið síðani 2004 - og ein endurreisn frá finaluni í fjør. Nú er evropeiska plássið komið uppá pláss, meðan Víkingur noyðist at vinna seg frammum NSÍ, B36 ella KÍ fyri at koma í Evropa.
Áskoðarnir settu sum vant sín serligan dám á, tá steypafinala er - á báðum síðum. Tilsamans vóru beint undir 3,000 áskoðarar í mjørkanum á Tórsvøll, har HB'aranir framvegis fegnast.
Myndir: Bjarni Enghamar
Finalan um Løgmanssteypið
Tórsvøllur, 21. september
HB - Víkingur 3-1 (1-0)
40' Adrian Justinussen 1-0
52' Símun Samuelsen 2-0
61' Andreas Lava Olsen 2-1
71' Sebastian Pingel 3-1
HB (4-4-2/4-4-1-1): Teitur Matras Gestsson - Bartal Wardum (83' Jógvan Rói Davidsen), Brynjar Hlöðversson (L), Lasse Thillitz Andersen, Magnus Egilsson (68' Sebastian Pingel) - Adrian Rúnason Justinussen, René Shaki Joensen, Daniel Johansen, Símun Samuelsen - Dan í Soylu, - Ari Mohr Olsen (90' Pætur J. Petersen)
Gult kort: René Shaki Joensen
Venjari: Heimir Guðjónsson
Víkingur (4-2-3-1/4-5-1): Elias Rasmussen - Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen - Heðin Hansen, Bogi Reinert Petersen (59' Elias J. Lervig), - Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar, Arnbjørn Svensson (59' Filip Djordjevic) - Adeshina Lawal
Gul kort: Vukasin Tomic, Gunnar Vatnhamar
Venjari: Sámal Erik Hentze
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald