Í vikuni fingu venjarar, sum skulu taka sær av heilsufótbóltinum 60+ í Klaksvík, undirvísing frá May-Britt Skoradal, adjunkti í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum. Venjarar eru Marjun Kalsø, Eydna Thomsen og Símin Petur Hjelm (Piddi).
Endamálið við venjingini var at leggja lag á hjá teimum, sum skulu taka sær av heilsufótbóltinum.
Orsøkin til at Fróskaparsetrið er við í heilsufótbóltinum í Klaksvík, er talan er um eina granskingarverkætlan, og tí bleiv eisini undirvíst í tí ástøðiliga partinum, har May-Britt Skoradal eitt nú hevur granskað í fótbólti sum heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltaki.
Eftir undirvísingina í Kí-høllini varð farið út á vøllin at royna nakrar venjingar, sum lagt varð upp til í undirvísingartilfarinum. Bæði Marjun, Eydna og Piddi eru sera spent upp á uppgávuna, hóast tað eru fleiri ár síðani, at tey sjálvi leiktu fótbólt seinast, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Talan er um eina granskingarverkætlan, har endamálið er at kanna, um venjingarhátturin er aldursyngjandi.
Í farnu viku bleiv latið upp fyri tilmeldingum, og yvir 30 hava teknað seg, skrivar kommunan.
Meira kunning um verkætlanina sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald