Fótbóltur

Fyrireika seg til EM undankapping í oktober

Bæði menningarkapping og NM eru nú avlýst hjá U17 dreingjalandsliðnum.

U-17 dreingirnir vandu í Miðvági í gjár

U-17 dreingirnir vandu í Miðvági í gjár

2020-05-19 10:20 Author image
Innsent
placeholder

Av tí at menningarkappingin og NM eru avlýstar í ár, skal U17-landsliðið í fótbólti við dreingjum bara til eina veruliga kapping í ár, sum er EM-undankappingini í Turkalandi í oktober

– Hetta landsliðsárið gjørdist ikki akkurát soleiðis sum vit høvdu ætlað. Men nú ræður um at hyggja fram eftir og vóna, at EM-undankappingin verður, sigur venjarin hjá U17-landsliðnum við dreingjum, Rasmus Nolsøe við heimasíðuna hjá FSF.

Eftir ætlan skuldi føroyska U17-landsliðið við dreingjum taka lut í trimum altjóða kappingum í 2020. Men soleiðis bleiv kortini ikki. Fyrst varð UEFA menningarkappingini, sum skuldi verða í Andorra í apríl, avlýst, og nú er greitt, at einki NM verður í ár. Sostatt verður tað bara EM-undankappingin í oktober, sum fyribils í øllum føri, framvegis stendur á skránni.

Og tað eru júst fyrireikingarnar til hesa kapping, ið spælarar og venjarar nú eru farnir undir. Mánadagin var venjing í Miðvági, og eftir ætlan verða regluligar venjingar kring alt landið fram til EM-undankappingini í Turkalandi, har føroyska liðið eisini skal spæla móti Russlandi og Gibraltar.

– Nú ræður um at vit fyrireika okkum so væl sum gjørligt, tí hetta er rættuliga sterk mótstøðu, sum vit skulu spæla ímóti, sigur Rasmus Nolsøe. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder