Føroyska U17-landsliðið við dreingjum leggur í hesum døgum seinastu hond á fyrireikingarnar til árligu NM-kappingina, sum í ár verður í Danmark frá 4. til 10. august.
Hópurin hevur seinastu dagarnar vant regluliga á Tórsvølli, umframt at ein venjingardystur hevur verið á skránni.
Undir venjingini týsdagin fekk FSF Varpið orðið á venjaran, Áka Johansen. Hann letur væl at fyrireikingunum, og kemur eisini eitt sindur inn á, at leisturin til NM-kappingarnar er broyttur eitt sindur.
Tríggir dystir verða á skránni, og lagt verður fyri sunnudagin 4. august, tá Norra er mótstøðuliðið, skrivar FSF á heimasíðuni.
Sí FSF Varpið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald