Annað

Fyrri heimadysturin í Silvurliguni verður í kvøld

Føroyar taka ímóti Íslandi klokkan 19 á Hálsi. Lagt er upp til ein tættan dyst.

Bjarni Joensen og hinir taptu ógvuliga tepurt ímóti Íslandi síðsta vikuskifti. Í kvøld royna teir aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjarni Joensen og hinir taptu ógvuliga tepurt ímóti Íslandi síðsta vikuskifti. Í kvøld royna teir aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-24 13:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag, leygardagin og sunnudagin eru Føroyar vertir fyri 2. umfari í Silvurliguni. Talan er um bólkin, har Ísland, Ísrael og Eysturríki eisini eru í.

Ísrael situr yvir hetta vikuskifti - eitt lið hevur frí hvørt umfør - so Ísland og Eysturríki vitja.

Fyrri dysturin hjá føroysku flogbóltsmonnunum á heimavølli á hesum sinni er ímóti Íslandi. 

- Londini bæði møttust eisini í fyrsta umfarinum í Íslandi seinasta vikuskifti, har tað reið um snarið, hvør skuldi fara við sigrinum. Tað gjørdu íslendingar, sum vunnu fjórða sett 27-25, eftir at Føroyar annars høvdu havt settbólt. Ísland vann dystin 3-1 (25-21, 24-26, 25-22, 27-25). Hesa ferð ætla Føroyar tað øðrvísi.

Soleiðis skrivar Flogbóltssamband Føroya um seinasta dystin millum londini. Lagt er upp til enn eina tætta uppgerð í kvøld.

Les eisini: Føroyar skulu royna at koppa Íslandi á heimavølli

Sunnudagin verður ein væl tyngri uppgerð ímóti Eysturríki á skránni. 

2. umfar í Silvurliguni hjá monnum

Í ítróttarhøllini á Hálsi:

Í dag,fríggjadagin 24. mai kl. 19:00Føroyar – Ísland

Leygardagin 25. mai kl. 17:00: Eysturríki – Ísland

Sunnudagin 26. mai kl. 17:00: Føroyar - Eysturríki

Tað er ókeypis atgongd á Hálsi fyri øll undir 16 ár. Televarpið vísir eisini allar dystirnar.

Føroyska manslandsliðið:
Thorvald Danielsen, Mjølnir
Vuk Ilic, ÍF
Filip Ilic, ÍF
Bjarni Joensen, Ikast KFUM
Jóhan Arni Elison Wang, Mjølnir
Hjørtur Joensen, SÍ
Ingálvur Eyðunsson Olsen, Fleyr
Hákun Nón, ÍF
Tóki í Haraldssovu (12), SÍ
Tórður Gunnarsson Højsted, Fleyr
Símun Hoydal Poulsen, Mjølnir
Silas Poulsen, SÍ
Áslakur Petersson Holm, Hvidovre VK
Hákun Heinason, Amager VK

Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev

Føroysku kvinnurnar spæla í Luksemborg í dag - móti vertunum - og í morgin móti Ungarn.

Les eisini: Megna Føroyar aftur at vinna á Luksemborg

------------------------------------------------------------

Hvat er Silvurligan?

Tey allar bestu londini í heiminum spæla í eini heimsumfatandi ligu, kallað Nation’s League, harav átta av londunum eru úr Evropa.

Í Evropa er so ein evropeisk liga, sum aftur er býtt upp í eina Gullligu og eina Silvurligu.

Í Gullliguni spæla tey 12 bestu londini í Evropa, undantikið tey 8 allarbestu, sum altso spæla í tí heimsumfatandi Nations League ístaðin.

Restina av londunum í Evropa kunnu spæla í Silvurliguni, sum Føroyar á fyrsta sinni vóru við í í fjør. Vinnarin av Silvurliguni flytur upp í Gullliguna, og aftasta liðið í Gullliguni flytur niður í Silvurliguna.

Kelda: fbf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder