Annað

Skulu royna at koppa Íslandi á heimavølli

Í útidystinum síðsta vikuskiftið vann Ísland eftir sera tættan dysti. Føroyar og Ísland spæla fríggkvøldið klokkan 19 á Hálsi - sunndagin er Eysturríki, sum er væl sterkari, á skránni.

Føroyar hýsa 2. umfari í Silvurliguni. Ísland og Eysturríki vitja, og fyrsti dysturin er í morgin - tað er tann mest spenanndi á pappírinum (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Føroyar hýsa 2. umfari í Silvurliguni. Ísland og Eysturríki vitja, og fyrsti dysturin er í morgin - tað er tann mest spenanndi á pappírinum (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2024-05-23 12:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskiftið verður annað umfar í evropeisku Silvurliguni hjá monnum spælt, og hetta vikuskifti hýsa Føroyar.

Flogbóltssambandið skrivar, at tað eru Eysturríki og Ísland, sum vitja. Fyrsti dysturin verður í høllini á Hálsi í morgin, fríggjakvøldið klokkan 19 ímóti Íslandi. Hetta er á pappírinum tann uppgerðin, sum sær spennandi út.

- Londini bæði møttust eisini í fyrsta umfarinum í Íslandi seinasta vikuskifti, har tað reið um snarið, hvør skuldi fara við sigrinum. Tað gjørdu íslendingar, sum vunnu fjórða sett 27-25, eftir at Føroyar annars høvdu havt settbólt. Ísland vann dystin 3-1 (25-21, 24-26, 25-22, 27-25). Hesa ferð ætla Føroyar tað øðrvísi.

Tað vil siga, at talan var um heilt tætta uppgerð, tá Ísland hevði heimavøll, og nú vil føroyska liðið venda tí til sín fyrimuns á Hálsi.

Leygardagin 25. mai klokkan 17 spæla Eysturríki og Ísland, og eitt samdøgur seinni byrjar Føroyar - Eysturríki. Tað er júst Eysturríki, sum er stórfavorittur at vinna hetta vikuskifti.

- Tað er einki dulsmál, at Eysturríki er væl sterkari enn Føroyar og Ísland. Hugsandi er, at úrslitið hjá Føroyum ímóti Eysturríki fer at minna um tað ímóti Ísrael seinasta leygardag, tá Ísrael vann 3-0 við settúrslitunum 25-11, 25-12, 25-13, skrivar FBF

Silvurligan er soleiðis skipað, at tey fýra londini í bólkinum, Føroyar, Ísland, Eysturríki og Ísrael, øll hava heimavøll eitt umfar (heimavøllurin hjá Ísrael er tó í Norðurmakedónia vegna umstøðurnar í Ísrael). Trý lond kappast hvørja ferð, meðan eitt situr heima. Soleiðis spæla øll londini tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum.

Nr. eitt og tvey í kappingini spæla finalu 15. juni. Vinnarin fær 40.000 evrur.
--------
Føroyska manslandsliðið:
Thorvald Danielsen, Mjølnir
Vuk Ilic, ÍF
Filip Ilic, ÍF
Bjarni Joensen, Ikast KFUM
Jóhan Arni Elison Wang, Mjølnir
Hjørtur Joensen, SÍ
Ingálvur Eyðunsson Olsen, Fleyr
Hákun Nón, ÍF
Tóki í Haraldssovu (12), SÍ
Tórður Gunnarsson Højsted, Fleyr
Símun Hoydal Poulsen, Mjølnir
Silas Poulsen, SÍ
Áslakur Petersson Holm, Hvidovre VK
Hákun Heinason, Amager VK

Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev

2. umfar í Silvurliguni
Í ítróttarhøllini á Hálsi:
Fríggjadagin 24. mai kl. 19:00: Føroyar – Ísland
Leygardagin 25. mai kl. 17:00: Eysturríki – Ísland
Sunnudagin 26. mai kl. 17:00: Føroyar - Eysturríki

------------------------------------------------------------
Hvat er Silvurligan?

Tey allar bestu londini í heiminum spæla í eini heimsumfatandi ligu, kallað Nation’s League, harav átta av londunum eru úr Evropa.

Í Evropa er so ein evropeisk liga, sum aftur er býtt upp í eina Gullligu og eina Silvurligu.

Í Gullliguni spæla tey 12 bestu londini í Evropa, undantikið tey 8 allarbestu, sum altso spæla í tí heimsumfatandi Nations League ístaðin.

Restina av londunum í Evropa kunnu spæla í Silvurliguni, sum Føroyar á fyrsta sinni vóru við í í fjør. Vinnarin av Silvurliguni flytur upp í Gullliguna, og aftasta liðið í Gullliguni flytur niður í Silvurliguna.

Kelda: fbf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder