Hondbóltur

Fyrru hálvfinalurnar á skránni í dag

Tríggjar av hesum fýra verða leiktar í Høllini í Hálsi - tann fyrsta byrjar klokkan 14 og tann síðsta klokkan 20. Í Vestmanna vitja steypavinnararnir hjá monnum.

Neistin og Kyndil eru vertir fyri hálvfinalum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Neistin og Kyndil eru vertir fyri hálvfinalum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-06 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórur steypadagur er í hondbóltinum í dag. Talan er um fyrru hálvfinalurnar hjá kvinnum og monnum.

Byrjað verður í Høllini á Hálsi, har Neistakvinnur, ið vunnu tveir dystir á skrivaraborðinum í bólkaspælinum og harvið komu víðari, taka ímóti steypavinnarunum. Hoyvíkskvinnur hava stóra evropeiska avbjóðing á skránni eftir hálvfinalurnar, og harvið verður finalan hjá kvinnum flutt, um so at H71 kemur í hana.

Eftir hendan dystin eiga menninir hjá Neistanum tørn á heimavølli, har kollfirðingar vitja. Neistin var í finaluni í fjør, har tað endaði við ósigri eftir longda leiktíð móti H71, sum í kvøld skal spæla á útivølli móti føroyameistarunun.

Lagt er upp til spennandi dystir hjá monnunum, og tað verður eisini áhugavert at síggja, um Stjørnan fær bjóða Kyndli av í síðsta dystinum í dag. Stjørnan var eitt veruligt steypalið í 2000'unum, og vann síðst kappingina í 2012. Kyndlakvinnur vóru í nógvum finalunum í árunum eftir tað men vórðu ov stuttar í fjør og fyrraárið.

Fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi-kappingini: 
Sunnudagur 6. feb

Kvinnur
14.00 Neistin – H71
20.00 Kyndil – Stjørnan

Menn
16.00 Neistin – KÍF
18.00 VÍF – H71

Allir dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo - beinleiðis frásagnir verða á FM1


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder