Tað eru liðini, ið eru á útivølli í kvøld, ið eru favorittar at koma í finaluna, tó at tað á pappírinum kann væntast væl meiri spenningur í hálvfinalunum millum KÍF og Neistan.
Stepavinnararnir úr H71 fara ígjøgnum Eysturoyrartunnilin í kvøld. StÍF megnaði við sigri á Kyndli í seinasta umfari at spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Nú bíðar ein torfør uppgáva hjá teimum av vestara armi á Skálafjørðinum. StÍF var í byrjanini av hesari øldini kent sum eitt steypalið - síðst liðið var í finaluni var í 2017. Fyri StÍF er tað umráðandi at tryggjað sær eitt gott útgangaspunkt í kvøld. Hoyvíkingar hava verið nógv sterkari í landskappingini í ár, og eisini
Neistin vann, eins og H71, allar dystirnar í bólkaspælinum, og nú bíðar KÍF, ið vann lykladystin á Team Klaksvík í fyrsta umfari. Teir blákløddu úr Havn vóru í finaluni í 2019, og hava verið rárir gestir har seinastu tólv árini - Neistin hevur í hesum tíðarskeiðnum spælt sjey steypafinalur. Liðið hevur fyri kortum fingið Dánjal Ragnarsson aftur úr Danmark og Trónd Kraagesten aftur frá skaða, men KÍF hevur fingið Fríða Weyhe aftur úr Danmark og hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar móti Neistanum í ár - ein í Kollafirði og ein í Høllini á Hálsi. Neistin er tvey stig frammanfyri í Burn-deildini og lagt er upp spenning í kvøld og sunnudagin.
Báðar hálvfinalurnar í kvøld verða bríkslaðar í gongd klokkan 20.00. Til ber at hyggja á live.hsf.fo, og KVF vísir dystir í Kollafirði. FM1 hevur frásøgn frá dystunum,
Hondbóltur
Fyrru hálvfinalurnar hjá monnum verða leiktar í kvøld
KÍF tekur ímóti Neistanum - H71 vitjar á Skála.
H71 er greiður favorittur móti StÍF - Neistin skal baksast við kollfirðingar, ið seinast vóru í finaluni í 2014 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
2021-02-10 15:16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald