Fyrrverandi vongleikarin hjá Arsenal, spanski José Antonio Reyes er deyður í ferðsluvanlukku, 35 ára gamal. Tað boðar spanska fótbóltsfelagið Sevilla frá sambært BBC.
Reyes kom til Arsenal í januar 2004 og var partur av tí vælleikandi sokallaða ’Invicibles’-meistaraliðnum hjá Arsenal, sum ongan dyst tapti í Premier League 2003-2004.
Í 2006 og 2007 var hann leigaður út til Real Madrid, har hann eisini lukkaðist at vinna spanska meistaraheitið.
- Vit hava ringastu tíðindi at bera, skrivaði Sevilla á heimasíðu síni í morgun. Reyes spældi við Sevilla frá 2012 til 2016. Arsenal skrivar, at tey eru øll skakað av tíðindunum, og fyrverandi áloyparin hjá Arsenal, Thierry Henry sigur kallar Reyes fyri ein ótrúligan spælara, ein frálíkan liðfelaga og eitt óvanligt menniskja.
Reyes hevði sáttmála við Secunda Divisón felagið Extremadura, sum skrivar: ”Tað er við stórari sorg, at vit kunngera, at Jose Antonio Reyes er deyður í ferðsluvanlukku”.
Reyes spældi seinasta dyst sín 18. mai, tá Extremadura vann 1-0 á Alcorcon. Felagið stendur sunnudagin at skula spæla á heimavølli móti Cadiz.
Reyes kom upprunaliga frá Sevilla, og spældi fyrsta dyst sín á besta liðnum, einans 16 ára gamal íkappingarárinum 1999-2000. Eftir tíðina í Arsenal, vann hann Europa League tvær ferðir við Atletico Madrid og tríggjar ferðir við Sevilla.
Hann spældi 21 dystir á spanska landsliðnum í árunum 2003 til 2006.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald