2019-02-06 09:46
Fyrrverandi enska stórtalentið hjá Manchester United, Ravel Morrison, skiftir nú til Östersund í Svøríki.
26 ára gamli Morrison hevur spælt við italska Lazio síðani 2015, men hevur ongan dyst spælt hetta farna kappingarárið.
Ravel Morrison spældi fýra dystir fyri U21 landsliðið hjá Onglandi og skoraði tá tvey mál. Hann var av mongum sæddur at verða tann næsti Paul Scholes, men nú skal hann spæla við Östersund í fremstu svensku deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald