Talan er um ein venjari við meira enn 30 ára royndum á hægsta stigi, ið vitjar FSF og føroyskan fótbólt í september mánað.
Fríggjadagin 9. september frá klokkan 9 til 16 verður tað nevniliga sviin, Erik Hamrén, ið kemur til Føroyar at hava impulsskeið. Skeiðið verður í FSF-húsinum, og høvuðsevnini vera “Leiðsla” og “Taktisk venjing”.
Í sjey ár var Erik Hamrén venjari hjá svenska manslandsliðnum, og tað eydnaðist honum at leiða Svøríki til EM-endaspølini í 2012 og í 2016. Og higartil er Hamrén tann venjarin, sum í nýggjari tíð er skrásettur fyri flest sigrar sum svenskur landsliðsvenjari. Harafturat hevur Erik Hamrén eisini havt evstu ábyrgd av íslendska landsliðnum í tvey ár, frá 2018 til 2020.
Áðrenn 65 ára gamli sviin tók við sum landsliðsvenjari í 2009, stóð hann á odda fyri fleiri stórfeløgum í Svøríki, Noregi og í Danmark. Í heimlandinum vann hann steypakappingina í fleiri umførum, og í Noregi og í Danmark eydnaðist honum at gerast meistari við ávikavist Rosenborg BK og AaB.
Impulsskeiðið við Erik Hamrén er ætlað venjarum við UEFA A- og B-prógvi, og telur 7 impulstímar til dagføring av próvnum. Harafturat vera luttakararnir á A-venjaraútbúgvingini eisini við á skeiðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald