Fýra lið eru farin burturav eftir bólkaspælið, og átta lið eru nú eftir í stríðnum um at vinna Copa America. Allir favorittarnir eru eftir, og í teimum fýra fjórðingsfinalunum er ein risafavorittur, tveir rímiliga greiðir favorittar og so ein dystur sum á pappírinum er sera javnur.
Fríggjadagin 28/6:
(01.30) Brasil - Paraguay
(20.00) Venesuela - Argentina
Leygardagin 29/8:
(00.00) Kolumbia - Kili
(20.00) Uruguay - Peru
Brasilia kann bert skuffað í nátt. Mótstøðuliðið kom víðari sum trý'ari, og vertirnir hava víst góð ting í bólkaspælinum. Í annaðkvøld skal Argentina, ið hevði ávísar trupulleikar við at koma víðari, royna at vísa sína styrki og liva upp til favorittleiklutin.
(Lionel Messi og co. vunnu á Katarog komu harvið víðari til fjórðingsfinalurnar - Mynd: EPA)
Nakrar tímar eftir tann dystin, er tann mest spennandi uppgerðin á pappírinum á skránni. Spennandi kolumbianska liðið brestir saman við tvífaldu meistarunum, og tað kann gerast ein undirhaldandi dystur millum tvey væl leikandi lið. Uruguay skal royna at seta punktum fyri 1/4-finalurnar við at spæla seg víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald