Baku, Aserbadjan (Portalurin) - Føroyar spæla leygarkvøldið móti Aserbadjan í Nations League. Føroyska ferðalagið kom í gjár til høvuðstaðin í Aserbadjan eftir eina drúgva ferð.
Les meira: Video: - Landsliðið hevur altíð verið ein dreymur
Í dag byrja so fyrireikingarnar av álvara. Tað er heldur kølið í Aserbadjan, líka undir 10 hitastig, nú føroyska liðið fer at hava sína fyrstu venjing. Hon fer fram beint uttanfyri vakra høvuðsstaðin, Baku.
Spennandi er, um nakað verður at síggja, í mun til hvussu liðið fer at síggja út. Hendan venjingin snýr seg tó í ein mun at fáa langa túrin úr beininum.
Føroyska A-landliðið venur klokkan 10.30 lokala tíð, tað er 06.30 føroyska tíð. Vit fara at hava tilfar frá hesi venjingini. Seinnapartin venja føroyingarnir aftur.
Føroyski landsliðshópurin á flogvøllinum í Baku í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald