
Tað kom sum ein skelkur, at fyrst Russland og síðani Noreg vórðu koppaði í hálvfinalununum fríggjadagin.
Norskt skrædl í hálvfinaluni- Spania og Holland hittast í finaluni
Holland hevur ikki eina stóra og gylta hondbóltssøgu, men seinastu árini hava kvinnurnar veruliga gjørt bart - tað er bara ikki vorið til eitt gullheiðusmerki enn:
HM 2015: Silvur
OL 2016: 4. pláss
EM 2016: Silvur
HM 2017: Bronsa
EM 2018: Bronsa
Hollendsku kvinnurnar eru helst á ein hátt fegnar yvir, at Spania basti Noreg fríggjadagin. Í HM-endaspælinum í 2015 og í EM 2016 vann Norra á Hollandi í finaluni.
Spania var sterkari enn Noreg í hálvfinaluni. Noreg var omaná móti spaniólum í EM-finalunum í 2008 og 2014
Spania hevur eisini verið í tveimum finalum móti Noreg. Tað var í EM 2008 og 2014 og í báðum førum vóru norsku kvinnurnar omaná. Besta úrslitið hjá Spania í einum HM-endaspæli kom í 2011, tá liðið fekk bronsuheiðursmerki.
Hjá Hollandi kann Odense-leikarin Tess Wester í málinum fáa ein lyklaleiklut. Annars hongur nógv á Estevanu Polman, ið til dagliga spælir í donskum hondbólti. Hon er partur av einari sterkari bakketu saman við Lauru van der Heijden og Lois Abbingh. Allarstørsta stjørnan á hollendska liðnum seinastu árini, spælskiparin Nycke Groot, er tó ikki við hesuferð - hon er givin.
Lois Abbingh fegnast í dystinum móti Russlandi (Mynd: EPA)
Á spanska liðnum eru leikskiparin Nerea Pena og serliga vinstri bakkurin Alexandria Cabral profilarnir.
Tað verður helst ein finala, har stórur nervi verður í. Nógv stendur uppá spæl hjá báðum liðunum, ið royna at skriva søgu í Kumamoto. Russland vann fyrr í morgun bronsudystin - eftir døgurða føroyska tíð verður gullið handað út.
HM-finalan (11.30): Spania - Holland (Kann síggjast á DR1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald