Tá vikuskiftið er av, verður endaliga greitt hvørji lið skulu spæla í Faxe Kondi-finalunum leygardagin 17. februar. Fyrru hálvfinalurnar eru á skránni í dag og í morgin.
Hjá monnum er greitt, at ein nýggjur steypavinnari skal finnast. H71 hevur vunnið kappingina seinastu fýra árini, men Kyndil varpaði hoyvíkingar út í seinasta umfari í bólkaspælinum.
Júst Kyndil spælir í kvøld í fyrstu hálvfinaluni. VÍF er favorittur samanlagt, men lagt er upp til spennandi klassikarar um finaluplássið hjá monnum. Seinni dysturin verður í Vestmanna leygarkvøldið.
Neistin og KÍF skulu dystast um hitt plássið. Neistin var í finaluni fyrraárið men tapti stórt fyri H71 - kollfirðingar taptu eftir ógvuliga spennandi finalu í fjør. Liðini spæla fyrru hálvfinaluna á Hálsi hóskvøldið og tí seinnu í Kollafirði sunnukvøldið.
Skráin fyri steypahálvfinalurnar hjá monnum - fyrsti dysturin verður spældur í kvøld (Mynd: HSF)
H71 hevur eisini staðið seg best á kvinnusíðuni seinnu árini. Hoyvíkskvinnur skulu stríðast við Neistin, sum liggur frammanfyri í SMS-deildini, um annað finaluplássið.
Tað er Kyndil, ið er á odda í landskappingini. Júst Kyndil vann steypafinaluna fyri tveimum árum síðani, og tær í grønum standa sum stórfavorittar til hálvfinalurnar móti VÍF. Vestmannakvinnurnar eru 13 stig aftanfyri Kyndil í SMS-deildini og vóru seinast í steypafinaluni í 2019.
Hjá kvinnum spæla øll liðini sama dag men ikki somu tíðspunkt. Tær fyrru hálvfinalurnar eru á skránni í annaðkvøld, hósdagin 08.02, og tær seinnu verða spældar sunnudagin seinnapartin.
Skráin fyri hálvfinalurnar hjá kvinnum (Mynd: HSF)
Øll leiksskráin fyri hálvfinalurnar sær soleiðis út:
Mikudagin 7. februar kl. 20.00 Kyndil – VÍF (menn)
Hósdagin 8. februar
kl. 18.00 Neistin – H71 (kvinnur)
kl. 20.00 Neistin – KÍF (menn)
kl. 20.00 VÍF – Kyndil (kvinnur)
Leygardagin 10. februar kl. 18.00 VÍF – Kyndil (menn)
Sunnudagin 11. februar
kl. 14.00 Kyndil – VÍF (kvinnur)
kl. 16.00 H71 – Neistin (kvinnur)
kl. 18.30 KÍF – Neistin (menn)
Hálvfinalurnar kunnu stroymast á live.hsf.fo.
Faxe Kondi steypafinalurnar verða leiktar leygardagin 17. februar. Hjá kvinnum er tað klokkan 16.30 og hjá monnum klokkan 19.
Kelda: hsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald