Fótbóltur

Fyrsta hattrikkið - Føroyar eru fyribils oddalið

Føroyskt U21-avrik vekir aftur ans, og 19-ára gamli Jørgen Nielsen er longu søguligur í hesum høpi.

Føroyskur fagnaður eftir leiðslumálið hjá Jørgeni Nielsen í dystinum móti Andorra í juni. Seinnapartin stríddist liðið fyrimyndarliga væl og kundi fegnast saman um trý flott mál hjá manninum við 9-talinum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyskur fagnaður eftir leiðslumálið hjá Jørgeni Nielsen í dystinum móti Andorra í juni. Seinnapartin stríddist liðið fyrimyndarliga væl og kundi fegnast saman um trý flott mál hjá manninum við 9-talinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-07 18:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir og fýra stig. Hetta er úrttøkan hjá føroyska U21-landsliðnum higartil í EM-undankappingini. Tað ger, at Føroyar fyribils eru á odda í bólki G. Portugal og Kroatia hava tó ikki spælt sínar fyrstu dystir enn. Kroatia vitjar í Klaksvík týskvøldið.

Tveir dystir og fýra mál. Hetta er úrtøkan hjá Jørgeni Nielsen higartil í EM-undankappingini. 19-ára gamli áleyparin av Glyvrum hevur nú longu skorað fimm mál fyri U21-landsliðið. Hann hevur bert spælt fýra dystir og er longu javnur við metmálskjúttan í hesum høpi Stefan Radosavljevic, ið spældi 18 dystir.

Jørgen skoraði móti Serbia á heimavølli í fjør. B68-áleyparin legði Føroyar á odda við brotssparki í javnleikinum móti Andorra í juni. Í dag gjørdist Jørgen Nielsen fyrsti føroyingur, sum hevur skorað hattrikk í einum U21-landsdysti. Tað gjørdi hann í Armenia móti Hvítarusslandi, har Føroyar vunnu 3-2.

– Eg eri ótrúliga glaður fyri avrikið hjá liðnum í dag. Allir arbeiða hart, og vit halda okkum til ta ætlan, ið venjarin legði áðrenn dystin. Harafturat føldi eg ongantíð at sigurin var í vanda, sjálvt um teir høvdu bóltin meir enn vit, og fingu trýst okkum eitt sindur síðstu løtuna. Nú skulu vit bara njóta hetta eina løtu, og so er fult fokus á dystin móti Kroatia, sigur Jørgen Nielsen við heimasíðuna hjá FSF.

Keldur: bolt.fo, Faroesoccer og fsf.fo 

[object Object]
Jørgen skorar her úr ellivu metrum...

[object Object]


[object Object]
Føroyska U21-landsliðið spælir aftur týskvøldið. Tá verður tað í Klaksvík (Myndir: Sverri Egholm) 

Les meira um flotta 3-2 sigurin á Hvítarusslandi her

U21 EM-undankapping, bólkur G
Hósdagin 7. september, Armenia
Hvítarussland - Føroyar 2-3 (0-1)
35' Jørgen Nielsen (Signar á Brúnni) 0-1
48' Jørgen Nielsen (Signar á Brúnni) 0-2
59' Jørgen Nielsen (Gullbrandur í Horni Øregaard) 0-3
73' 1-3
90 (+3)' 2-3

Teir fyrstu 11: Ari í Haraldstovu Petersen Petersen, Signar á Brúnni, Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg, Ási Dam, Áki Samuelsen, Gullbrandur Øregaard, Noah Hans Mneney, Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen.

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: 
Heini Fossdalsá Sørensen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Gutti Dahl-Olsen, Jákup Norðoy Vilhelmsen og Jónas Warner

Høvuðsvenjari: Eyðun Klakstein

Týsdagin 12. september, Klaksvík
18.00: Føroyar - Kroatia
Til ber at keypa atgongumerki til dystin her

[object Object]
Vongbakkurin Signar á Brúnni arbeiddi gróthart og legði upp til tvey mál við innleggum úr høgru (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Gullbrandur Øregaard spældi ein framúr dyst á føroyska miðvøllinum í dag og legði upp til seinasta málið 
(Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder