Fótbóltur

Tríggjar ferðir Jørgen og trý stig til Føroyar

Ógvuliga flott avrik og 3-2 sigur hjá U21 í Armenia - Jørgen Nielsen gjørdi bart við tveimum áleyparamálum eftir innlegg frá Signari á Brúnni, umframt snildum langskoti.

19-ára gamli B68-áleyparin av Glyvrum, Jørgen Nielsen, var ógvuliga effektivur í dag og skoraði trý heilt góð mál og harvið hattrikk (Mynd: Sverri Egholm)

19-ára gamli B68-áleyparin av Glyvrum, Jørgen Nielsen, var ógvuliga effektivur í dag og skoraði trý heilt góð mál og harvið hattrikk (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-07 16:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U21-landsliðið hevur aftur gjørt tað. Í nógva hitanum á grasvøllinum í Armenia stríddust og strevaðust okkara ungu menn og vunnu 3-2. Tað var 19-ára gamli Jørgen Nielsen av Glyvrum, sum veruliga gjørdi bart. B68-áleyparin skoraði øll føroyski málini. Harvið hevur liðið nú fýra stig fyri tveir dystir í EM-undankappingini.

Mótstøðuliðið seinnapartin var Hvítarussland (Belarus). Orsakað av krígsstøðuni varð dysturin spældur í Armenia. Hetta hóvaði helst føroyingunum fínt. Í fyrra hálvleiki rakti "heimaliðið" stongina og yvirleggjaran, meðan Føroyar og Jørgen Nielsen gagnnýtti sín einasta møguleikar.

Føroyska leiðslumálið kom eftir gott innlegg frá Víkinga-bakkinum Signari á Brúnni og sannførandi stútara við aftaru stong. Hetta var tíggju minuttir fyri steðgin, og Jørgen gjørdi eisini bart í fyrsta føroyska álopinum í 2. hálvleiki. Aftur legði Signar bótlin úr høgru móti einsamalla føroyska 9' aranum, miðverji fór skeivur av bóltinum, og so kundi Jørgen Nielsen kaldliga temja bóltin fyri síðani at leggja hann niður í longra málhorn. 2-0 og so kundi tað ikki gerast nógv betri hjá Jørgeni og Føroyum.

Í 59. minutti fór Gullbrandur Øregaard til stroks. Stóri og sterki miðvallarin var ein motorur saman við hinum miðvallaranum úr næstbestu norsku deildini, liðformanninum Noah Mneney. Gullbrandur gav áleypara sínum bóltin, og tað var eitt gott hugskot. Jørgen sá, at málverjin stóð langt úti og smekkaði til úr stórar fjarstøðu. 

Sum bolt.fo skrivar, er hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur leikari hevur skorað hattrik í U21-undankappingardysti. Við málunum er Jørgen Nielsen longu undir liðuni á Stefani Radosavljevic sum mest skorandi føroyski U21-landsliðsspælari nakrantíð. Fimm mál í fýra dystum er úrtøkan hjá Jørgeni, og hattrikkið í dag var nóg mikið til at vinna í dag.

Hetta hóast heimaliðið svaraði aftur tvær ferðir, Ari Petersen noyddist at gera stórbjarging og eitt sindur stóð á seinastu løtuna. Málið til 2-3 kom í yvirtíðini. Føroyska verjan var annars stinn og stórt avrik hjá Eyðuni Klakstein, Atla Gregersen og teirra ungu monnum. Føroyar eru í løtuni á odda í undankappingarbólkinum við fýra stigum fyri tveir dystir. Kroatia og Portugal hava tó ikki spælt enn - Kroatia vitjar í Klaksvík týskvøldið týskvøldið klokkan 18.

U21 EM-undankapping, bólkur G
Hósdagin 7. september, Armenia
Hvítarussland - Føroyar 2-3 (0-1)
35' Jørgen Nielsen (Signar á Brúnni) 0-1
48' Jørgen Nielsen (Signar á Brúnni) 0-2
59' Jørgen Nielsen (Gullbrandur í Horni Øregaard) 0-3
73' 1-3
90 (+3)' 2-3

Teir fyrstu 11: Ari í Haraldstovu Petersen Petersen, Signar á Brúnni, Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg, Ási Dam, Áki Samuelsen, Gullbrandur Øregaard, Noah Hans Mneney, Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen.

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: 
Heini Fossdalsá Sørensen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Gutti Dahl-Olsen, Jákup Norðoy Vilhelmsen og Jónas Warner

Høvuðsvenjari: Eyðun Klakstein

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder