Fótbóltur

Fyrsti heimadysturin hjá Óla sæst á TV2 Sport

Eisini á TV2 Play. GOG tekur ímóti TTH klokkan 19 føroyska tíð.

Tey vænta nógv av Óla Mittún á Fjóni (Mynd: GOG)

Tey vænta nógv av Óla Mittún á Fjóni (Mynd: GOG)

2025-09-04 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 1. umfari í Herreligaen bar til at síggja Óla Mittún beinleiðis í sjónvapi og á stroymingartænastu, og soleiðis verður eisini í 2. umfari.

GOG tekur klokkan 19 ímóti TTH Holstebro. Talan verður um fyrsta heimadystin hjá Óla í gulu og reyðu blusuni.

20-ára gamli føroyingurin verður longu sæddur sum eitt stórt stjørnuskot í bestu donsku deildini, og hóast heldur nógv brend skot í sigrinum í Skjern, so fekk Óli Mittún nógv rós eftir 1. umfar.

Sí eisini: Óli Mittún gjørdi um seg í fyrsta landskappingardystinum

So er spurningrin, hvussu stóran dám á nummar 78 setur á sína sveinaroynd í Svendborg. 

Dysturin sæst á TV2 Sport, sum er í pakkum hjá Televarpinum, og á TV2 Play - stroymingartænastuni hjá stóra miðlinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder