Farnu trý vikuskiftini hava liðini í Betrideildini spælt. Nú skulu tey tíggju liðini í eldin mitt í viku.
Eins og í 3. umfari eru tríggir dystir, har eitt lið á pappírinum er greiður favorittur, ein spenanndi toppuppgerð og ein uppgerð millum botn-fimm lið. Stigatalvan hevur nú háttað seg, áleið sum ein kundi væntað áðrenn.
B36 fer til Suðuroyar við fullum stigatali. AB skal skora fyri fyrstu ferð í ár, tá liðið vitjar hjá Skála, ið einki stig hevur (Mynd: Jens Kr. Vang)
B36 hevur á pappírinum truplastu uppgávuna av teimum trimum topp-fimm liðunum, ið skal spæla móti liðið úr niðaru hálvu, tí liðið skal til Suðuroyar. TB hevur einki stig, men var sera nær við at fáa stig móti KÍ við Stóra í 2. umfari, og hevur fingið styrk til komandi dystirnar.
Stórdysturin í umfarinum verður í Gundadali, har nummar tvey og nummar trý hittast. Seinni sama kvøld er lyklauppgerð á Skála.
4. umfar í Betrideildini
Mikudagin 27.05:
19.00: NSÍ - ÍF
TB - B36
Hósdagin 28.05:
17.00: HB - Víkingur
19.00: KÍ - EB/Streymur
Skála - AB
Støðan
1. B36 (9 stig)
2. HB (9 stig)
3. Víkingur (7 stig)
4. NSÍ (6 stig)
5. KÍ (6 stig)
6. EB/Streymur (3 stig)
7. ÍF (3 stig)
8. AB (1 stig)
9. TB (0 stig)
10. Skála (0 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald