2022-05-14 12:41
Í dag verður fyrsta Ódnartakið í Runavík.
Sambært Róðrarsambandinum hava 50 manningar meldað seg til ódnartakið í dag.
Róðrarnir verða avgreiddir í fýra riðlum, við ymiskum bátastøddum í hvørjum riðli. Hvør manning rør tríggjar ferðir eftir hvørja aðra. Startskotið til fyrsta riðilin verður nú klokkan 13.
Startrøðin sæst her.
Næsta ódnartakið í Runavík verður komandi leygardag, 21. mai, og fyrsti FM-róðurin verður á Norðoyastevnu 28. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald