Aftur í gjárkvøldið fór Liverpool av vøllinum uttan at fáa trý stig og uttan at skora.
Jürgen Klopp hevði blandað kortini eitt sindur øðrvísi hesuferð. Mohammed Salah og Roberto Firmino byrjaðu á bonkinum. Teir komu á vøllin í 2. hálvleiki men hava ikki skorað í Premier League síðani í 7-0 sigrinum á Crystal Palace fyri beint yvir einum mánaða síðani. Tað vil siga í fimm dystum, og í hesum fimm dystunum hevur Liverpool ikki vunnið. Síðani Sadio Mané skoraði til 1-0 í 12. minutti móti West Bromwich á Anfield 27. desember, hevur liðið ikki skorað í kappingini - tað eru nú 450 minuttir og næsta fimm heilir dystir uttan mál.
Í gjár var tað Divock Origi, ið brendi størsta málmøguleikan. Eftir eitt stórt mistak frá, annars vælleikandi Burnley-liðformanninum, Ben Mee stutt inni á egnari hálvu, kundi belgiski áleyparin fáa fatur á bóltinum og strúka avstað. Komin inn í brotsteigin royndi Origi, ið var einsamallur móti Nick Pope, seg, men bólturin rakti yvirleggjaran. Í 2 hálvleiki bjargaði Pope tveimum skotroyndum væl við nærru stong: Fyrst frá Alexander-Arnold og síðani frá Salah.
Myndir: EPA
Í hinum endanum gjørdi Allison eitt mistak, ið kostaði Liverpool. Málvejrin leyp heldur klossut út og feldi Ashley Barnes - eingin ivi: Brotsspark. Tað tók Barnes sær av, og so var 1-0 til liðið hjá Sean Dyche, ið seinastu stóru tíggju minuttirnar, við yvirtíð, helt væl fast.
Ashley Barnes avgjørdi dystin (Mynd: EPA)
Harvið fekk Burnley trý kærkomin stig í botnstríðnum og gjørdist fyrsta liðið síðani Crystal Palace í apríl 2017, sum megnaði at vinna ein Premier League-dyst á Anfield. Eitt tíðarskeið á 68 dystir er av, og Liverpool er í einari heilt ringari gongd. Tó eru Klopp og hansara menn framvegis við í oddastríðnum, sum er heilt tætt, nú kappingin er komin í helvt.
21.01
Liverpool - Burnley 0-1 (0-0)
83' Ashley Barnes (br.) 0-1
Støðan
1. Manchester United 40 stig (19 dystir)
2. Manchester City 38 stig (18 dystir)
3. Leicester 38 stig (19 dystir)
4. Liverpool 34 stig (19 dystir)
5. Tottenham 33 stig (18 dystir)
6. Everton 32 stig (17 dystir)
7. West Ham 32 stig (19 dystir)
8. Chelsea 29 stig (19 dystir)
9. Southampton 29 stig (18 dystir)
10. Aston Villa 26 stig (16 dystir)
11. Arsenal 27 stig (19 dystir)
12. Leeds 23 stig (18 dystir)
13. Crystal Palace 23 stig (19 dystir)
14. Wolves 22 stig (19 dystir)
15. Newcastle 19 stig (18 dystir)
16. Burnley 19 stig (18 dystir)
17. Brighton 17 stig (19 dystir)
18. Fulham 12 stig (18 dystir)
19. West Bromwich 11 stig (19 dystir)
20. Sheffield United 5 stig (18 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald